Aldrin verið so dýrt sum nú at fáa tak yvir høvdið

Hesi seinastu 20 árini eru prísirnir hækkaðir 300 prosent

Tað hevur aldrin verið so dýrt at fáa tak yvir høvdið, sum tað er nú. Tað sigur BankNordik í eini fráboðan í morgun. Bankin sigur, at í fjør vóru prísirnir á sethúsum og íbúðum kring landið, methøgir - hóast prísirnir lækkaðu nakað aftur í seinna hálvári.

 

Hyggja vit eftir bústaðarprísunum kring landið, síggja vit, at 2022 var árið tá ið prísirnir vóru hægst. Tó vóru sethúsaprísirnir í teimum smærri bygdunum eitt sindur lægri enn í 2021.

 

– Hóast prísirnir hava sett met í fjør, er munur á fyrra hálvári og seinna hálvári, tí prísirnir vóru sum heild hægri í fyrru helvt av árinum enn teir vóru seinna hálvár.

 

##med2##

 

BankNordik sigur, at sum heild eru sethúsaprísirnir hækkaðir nógv hesi seinastu 20 árini. Hyggja vit at sethúsaprísunum í høvuðsstaðnum, var miðalprísurin fyri eini sethús í 1,3 milliónir í 2002. Men í 2022 var miðalprísurin 3,7 milliónir. Miðalprísurin er sostatt næstan trýfaldaður frá 2002 til 2022.

 

Hendan gongdin er ikki bara galdandi fyri Havnina, tí hyggja vit eftir talvuni niðanfyri, so sæst nærum sama mynstur fyri gongdina kring alt landið.

 

##med3##

 

Eisini síggja vit á talvuni, at tann bólkurin, sum hevur havt ta lutfalsligu størstu príshækkingina, eru íbúðir í høvuðsstaðnum. Miðalprísurin fyri íbúðir í høvuðsstaðnum er meira enn trýfaldaður seinastu 20 árini. 

 

Hóast prísirnir vóru methøgir í fjør, hevur seinna hálvárið verið merkt av eini lítlari afturgongd. Sethúsaprísirnir eru sum heild lækkaðir eitt sindur, og tað sæst eisini, at húsini liggja longri á sølulistanum, áðrenn tey verða seld.

 

Eisini sæst, at prísurin á stórum sethúsum, ið nógv skal gerast við, er lækkaður lutfalsliga meira seinastu mánaðirnar enn prísurin á teimum smærru, nýggju bústøðunum.

 

– Tað er púra vanligt, at sveiggj eru á bústaðarmarknaðinum, og enn eru prísirnir á ognunum kring landið, høgir, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.

 

Gongdin seinastu árini hevur verið tann, at prísirnir á ognum kring alt landið eru hækkaðir lutfalsliga nógv - og skjótt - samanborið við onnur tíðarskeið.

 

– Nú er tann gongdin tó vend eitt sindur, og so leingi vit hava høga inflatión, hækkandi rentur, og kríggj í Ukraina, kunnu vit vænta stígur kemur í bústaðarprísin, leggur hann afturat.

 

Á grafinum omanfyri síggja vit prísin á bústøðum býtt á ymisk øki frá 2002 til 2022. 

Talvan omanfyri vísir miðalprísin býtt á øki í ávikavist 2002, 2012 og 2022