Í nøkur ár hevur verið roynt at tvinna saman myndlist og tónlist, og Listaskálin hevur roynst sera góður karmur í hesum sambandi. Eisini hevur áhugin fyir hesum tiltakum verið alt vaksandi, og ikki sjáldan hevur salurin verið fullsettur.
Tríggjar frumframførslur
Framsýningin letur upp fríggjadagin 6. mars kl. 16 við smáum tónabrotum, og um kvøldið verður konsert við nýggjum ella nýliga skrivaðum føroyskum tónleiki - og talan verður bert um føroyskan tónleik.
Tá vit hugsa um, at fyri bert 25 árum síðan var føroyskur »instrumentaltónleikur« eitt nærum ókent fyribrigdi, so átti hetta í veruleikanum ikki at latið seg gjørt.
Várframsýningin
er nýggj føroysk myndlist. Í mun til Ólavsøkuframsýningina, har flest øll hava møguleika at fáa onkra mynd upp at hanga, er Várframsýningin ein »afturlatin« sýning.
Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri sýningini, og ein dómsnevnd hevur ta nógv umrøddu uppgávu at velja og vraka - »innanøring« er sjálvandi ein vandi, men hesum verður byrgt upp fyri við tíðum at skifta limirnar í dómsnevndini.
Listafólkini hava sjálv ynskt hesa mannagongd, og er hetta óivað neyðugt, skal listin framhaldandi mennast í hesum lítla, men tó so listríka landi.
Myndlist og frumframførslur
Ikki er óvanligt aðrastaðni, at tónleikur er at hoyra, tá listaframsýningar lata upp. Eisini her hjá okkum er hetta vanligur táttur.
Men nú sýnist vaksa fram ein nýggjur og sera spennandi siður: Frumframførslur og frumsýningar.
Fyrstu royndirnar vóru meira at kalla tilvildarligar, men nú Aldubáran er vorðin ein støðug mynd á tónahimni okkara, sær tíbetur út til, at hetta kann gerast ein týðandi táttur í mentanarmenningini á klettunum.
Aldubáran
er upprunaliga sprottin úr Summartónum.
Tann skjótt vaksandi skarin av tónasmiðum kann ikki virka og mennast uttan góðar tónleikarar og væl skikkað afturljóð.
Fleiri av okkara bestu tónleikarum hava í fleiri ár lagt nógva orku í at frambera tey mongu nýggju verkini. Hetta hevur havt alstóran týdning fyri menningina av hesi ungu listagrein.
Í 1996 settu nakrir av hesum tónleikarum á stovn ein tónleikarabólk, sum teir góðu navnið Aldubáran.
Hetta gjørdist byrjanin til eina sera spennandi røð av tiltøkum.
Aldubáran hevur ferðast víða - bæði úti og heima - menningin hevur verið eyðsýnd, og bólkurin hevur fingið sera góð ummæli.
Fyri føroyskan nøutíðartónleik hevur hesin bólkur verið einki minni enn hornasteinurin.