Aldurin broytist - við aldrinum

- Johannes Møllehave er altíð ahugaverdur at lurta eftir, og so er hann avgjørt ein góð fyrimynd hjá okkum eldru, siga tey í Áhugabólkinum fyri eldri í Klaksvík, nú tey høvdu vitjan av kenda danska prestinum

Klaksvík:
Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær í Christianskirkjuna mikudagin at lurta eftir kenda prestinum og fyrilestrahaldarnum Johannes Møllehave, sum vitjar í Føroyum í løtuni. Tað var Áhugabólkurin fyri eldri í Klaksvík, sum hevði tikið stig til at fáa Møllehave til Klaksvíkar. Ì samráð við Niels Paula Danielsen, sóknarprest, varð gjørt av at hava tiltakið í Christianskirkjuni, fyri at so nógv fólk, sum gjørligt, skuldu fáa høvi at hoyra fyrilesturin.

Grasið er ikki grønari ?
- Johannes Møllehave er jú altíð áhugaverdur at lurta eftir hjá øllum. Og við síni lívsgleði og ótrúligu lívsmegi hóast sjúku og mótgang er hann avgjørt eisini ein fyrimynd fyri okkum eldri, sigur Maria Klein, limur í Áhugabólkinum.
Hóast tiltakið mikudagin var fyri øll, fingu tey eldru sítt serliga pláss í hugleiðingunum hjá Møllehave. Við støði í ævnintýrunum hjá H.C. Andersen var boðskapurin, at uttan mun til hvar tú ert, og hvussu gamal tú ert, ræður tað um duga at síggja løtuna beint nú, sum tað bestu í lívinum. Um ikki, kanst tú enda sum summarfuglurin, sum var farin á fríggjaraferð, men endaði sínar dagar sum gamal drongur á eini knappanál í einum sýnisglugga, tí grasið altíð var grønari á hinari síðuni.
Nógv betri gekk tað hørblómuni, sum altíð var so frálíka væl nøgd, bæði tá hon var planta, undirklæði, pappír, og tá hon til endan fór upp í royk. Og lukkutíð eru vit, sambært Møllehave, soleiðis skrúvaði saman, at okkara fatan av aldrinum, altíð broytist við aldrinum.
Sjálvur er Johannes Møllehave nokk besta prógvið um, at aldurin ikki nýtist at hava nakran týdning - í øllum førum ikki fyri, um tú kanst halda ein óvanliga undirhaldandi og lívligan fyrilestur í meir enn ein tíma út í eitt.