Aldursforsetin legði bragdliga fyri

Meistararnir fóru seinnapartin úr Trongisvági við 2-1 tapi

Í dag spældi TB fyrsta venjingardystin í ár. Liðið er ikki við í VFF kappingini. Venjarin er nýggjur, og fleiri nýggir útlendskir spælarar eru á liðnum. Fyri at spara tíð og orku hava teir í TB valt heldur at spæla venjingardystir ímóti liðunum, sum eru á venjingarlegu í Marghøllini í Vági.

Síðani mikukvøldið hava meistararnir í KÍ verið í Vági. Á veg norðuraftur spældi KÍ venjingardyst ímóti TB.

Úrslitið var, at TB vann 2-1. Rógvi Joensen legði tíðliga TB framum, og fimm minuttir seinni javnaði KÍ. Málskjútti var nýggi norski álopsspælarin Ole Erik Midtskogen.

Hvør hálvleikur var 35 minuttir.

Smáar tíggju minuttir eftir steðgin fekk TB sigursmálið, tá ið ein av KÍ spælarunum var óheppin at beina bóltin í sítt egna mál.