Aleksandar tvey ára sáttmála í Fuglafirði

Nýggi ÍF venjarin er búsitandi í Fuglafirði og ættaður úr Serbia

Tað verður Aleksandar Jovevic, sum nú fer at hava høvuðsábyrgdina av besta liðnum hjá ÍF. Bolt.fo bar tíðindini fyri lítlari viku síðani, og í dag, meðan føroyski fótbóltsheimurin er upptikin av finaluni um løgmanssteypið, boðar ÍF frá, at Aleksandar Jovevic verður høvuðsvenjari í 2022 og í 2023.

 

ÍF flutti í heyst niður úr bestu deildini, og ÍF sigur, at fremsta málið hjá ÍF og 43 ára gamla Aleksandar Jovevic verður at vinna næstbestu deildina og uppflyting. Samstundis skal venjarin vera við til at menna ungar og lokalar spælarar, so teir verða skúlaðir at spæla við í bestu deildini nógvu tey næstu árini, siga teir í Fuglafirði.

 

Aleksandar er ikki ókendur í felagnum, har hann hevur drúgva tíð sum leikari í ÍF.

Fyrstu ferð hann kom til felagið, var í 2006. Hann umboðaði ÍF í 12 ár tilsamans, bæði á besta og næst besta liðnum.

Í 2014 var hann hjálparvenjari hjá ÍF, og í 2015 var hann høvuðsvenjari. Aleksandar er 43 ára gamal, er giftur við Sandru, og saman eiga tey 3 børn. Tey eru búsitandi í Fuglafirði.

 

Síðsta kappingarár var Aleksandar Jovevic hjálparvenjari hjá Øssur Hansen og B68.

 

Fyrstu ferð hann kom til Føroya var í 2003, tá ið hann umboðaði Skála. Í 2004 spældi hann við NSÍ, 2005 við TB, og síðani við ÍF fram til 2018.