Aleqa afturvald

Aleqa Hammond varð í gjár afturvald til formann í Siumut-flokkinum.

Aleqa Hammond, landsstýrisformaður, var einasta formansvalevni, tá floksleiðslan í Siumut helt fund í gjár.

 

Um fýra vikur heldur flokkurin landsfund í Maniitsoq, og tá fara umboð fyri tey 23 lokalfeløgini at velja hini í leiðsluni. 

 

Hetta er fyrstu ferð, at Siumut heldur landsfund í Maniitsoq, skrivar grønlendska kringvarpið.