Alexandra greivinda er í dag ikki partur av danska kongshúsinum longur.
Hóast Alexandra greivinda fór úr kongshúsinum í 2007, tá hon giftist við Martin Jørgensen, trý ár eftir hon lat seg skilja frá Joachim prinsi, so hevur hon móttikið apanagu alla tíðina síðani.
Apanaga er gjaldið, ið tey kongaligu fáa, og apanagan kann ikki takast frá nøkrum uttan teirra egna samtykki.
Alexandra greivinda gjørdi kortini í 2017 greitt, at hon ikki ynskti at fáa apanagu, eftir at Felix prinsur varð vorðin 18 ár, og tann dagurin er altso í dag, 22. juli í 2020, skrivar TV2.
Alexandra greivinda og Joachim prinsur vórðu gift í níggju ár, frá 1995 til 2004, og saman hava tey børnini Nikolai og Felix.