Venjarin hjá StÌF, Alexandur Johansen viðgekk aftaná 20-25 tapið ímóti VÌF í Vestmanna, at StÍF hevði tapt ímóti einum betri liði á degnum.
- VÍF hevði eitt javnt gott støði gjøgnum allan dystin, tað høvdu vit ikki í sama mun, staðfesti Alexandur Johansen. Alexandur Johansen stóð við einari rættiliga nýggjari støðu, tí VÍF valdi ikki at mansverja Svein Justinussen, sum øll hini liðini hava gjørt. StÌF-venjarin hevði tó vónað at fingið meir burturúr Sveini Justinussen í dystinum í dag.
Venjarin hjá VÌF, Henrik Gerster slóg fast, at tað er týdningarmikið at trúgva uppá egnar førleikar, og tí er ikki neyðugt at leggja seg ov nógv eftir mótstøðuliðnum, og tí valdi hann ikki at mansverja Svein Justinussen.
Tað ber til at hoyra prátini Hilmar Jan Hansen hevði við Alexandur Johansen og Henrik Gerster undir greinini.