“Algildur forlorin listaummælari”

Kinna Poulsen skrivar grein í Sosialinum fríggjadagin 9. januar, har hon lýsir myndlistaárið 2008. Sum ein borgari, ið altíð hevur havt áhuga í myndlist, vil eg her koma við nøkrum viðmerkingum um grein hennara

Mong hava við mær í longri tíð undrast á, hvussu Kinna Poulsen ferð eftir ferð í flest øllum listagreinum sínum megnar at krøkja Listasavnið og savnsleiðaran Helga Fossádal upp í alt ónt og vánaligt, sum hon hevur at bera føroyskari myndlist. Við omanfyri nevndu grein í huga hevur hon fyri at kunna halda fram við herferð síni móti Listasavninum nú flutt mørkini so langt út, at hon millum annað má draga nasistar og jødar úr einum kríggi, ið fór fram, langt áðrenn savnið var bygt, við inn í herferðina.

Kinna Poulsen skrivar um tað, ið hon kallar “algild forlorin list”, tá ið hon í fjør ummælti Várframsýningina í Listasavninum. Bæði í ummælinum av tí framsýningini og seinni av Ólavsøkuframsýningini var niðurstøðan tann, at savnsleiðarin hevði skuldina fyri alt, sum hon frammanundan vildi finnast at á hesum framsýningum. Kinna Poulsen veit væl, at hesar báðar framsýningar eru skipaðar av ávikavist felagnum Føroysk Myndlist og Listafelagi Føroya, og at Listasavnið og harvið savnsleiðarin onki sum helst hevur við framsýningarnar at gera annað enn at syrgja fyri, at Listaskálin er tøkur, tá ið framsýningarnar skulu vera. Savnsleiðarin hevur tí hvørki rós ella rís uppiborið fyri framsýningarnar. Hetta nevnir Kinna Poulsen ikki í ummælunum, tí hon heldur vil snara sannleikanum á og pella fyri lesaranum, so hann ikki veit, hvørjum hann skal trúgva. Hetta er eitt dømi um, hvussu hon snarar veruleikanum á, tá ið hon skal eitast at ummæla list, men í staðin leggur eftir savnsleiðaranum og samstundis traðkar, við vilja, niður á fleiri av etableraðu listafólkunum, sum eru við á framsýningunum, tí tey hava ditta sær at hava við Listasavnið at gera og tískil passa ikki inn í trongskygda heim hennara.

Hon er fyri okkum, sum eru myndlistaáhugað, ein “algildur forlorin listaummælari”, tí at hon letst at vera ein myndugleiki, hvat ið listini viðvíkur. Sjálvt um so var, at hon hevði verið fullærdur listfrøðingur, vildi tað á ongan hátt verið ein umbering fyri at sleppa at spilla fólk út. Tá ið onkur skrivar eitt ummæli í bløðunum um tónleik, bókmentir ella myndlist, eru fólk, sum hava áhugað fyri hesum, sjálvandi spent at hoyra, hvat viðkomandi hevur at siga. Men meðan ummælarar av tónleiki og bókmentum eru komnir væl longur á leið og viðgera evnini á sakligan hátt, eru myndlistaummælarar steðgaðir upp. Í grundini er bara ein einasti myndlistaummælari í Føroyum; hesin einasti vanvirðir nógv av tí, sum viðkomandi skal eitast at ummæla, og fer heldur eftir leikarunum enn eftir bóltinum. Harvið styggir hesin einasti ummælarin onnur myndlistaáhugað í at ummæla list. Tey hava ongan hug at fara og kappast við fólk, sum eru sum Kinna Poulsen. Eg minnist eina rámandi grein, sum Mikkjal Helmsdal skúlastjóri skrivaði fyri tíð síðani um tað at ummæla sjónleik. Hann segði, at har vóru tvey sløg av ummælarum. Tey sum eru líkasæl og óvitandi, men sum royndu at látast at vita nakað um ella sýna veruligan áhuga fyri tí, viðkomandi ummælir. Og so tey sum eru betrivitandi og niðurgerandi, hóast ofta fullkomið mangul upp á vitan og innlit í tað, ið skal ummælast, men leggja kortini doyðin á at sannføra lesaran um, at ummælarin veit alt so nógv betur enn tey, ið veruliga gera nakað til nyttu. Hóast myndlistin í løtuni bert hevur ein einasta ummælara, so passar Kinna Poulsen tíverri alt ov væl inn í bæði sløg av ummælarum.

 

Tivoliseraðir nasistar, stolnir jødar og føroysk skramblilist

Kinna Poulsen sigur einastaðni, at “vit mugu sum heild ansa betri eftir góðskuni og miðsavna okkum um nøkur fá seriøs og góð listafólk”. Í hesum sambandi er áhugavert at spyrja: Hví bara nøkur fá listafólk? Hvør ger av, hvørji tey eru? Um Kinna Poulsen sleppur at gera tað av, fari eg at taka hjartaliga synd í teimum listafólkum, sum samstarva við Listasavnið, tí longu sum er, ger hon mannamun, hóast hon skal eitast at garantera fyri listfrøðiligum objektiviteti. Ein persónur er ikki automatiskt objektivur, bara tí viðkomandi er lærdur á onkran hátt. Tað er eisini ein stórur spurningur um persónligt lyndi, at vera erligur og hava opið sinni. Men tá ið ein persónur er illa meintur um ávís fólk og miðvíst vil niðurgera tey, er objektiviteturin langt síðan fokin, hvussu lærdur persónurin enn er.

Kenni nógv fólk í flestu norðurlondum og aðrastaðni við, sum hava vitjað í Føroyum og sæð føroyska list. Tey eru øll ovfarin av, hvussu høgt listarliga støði í Føroyum er, samstundis sum tey halda tað vera ótrúligt, at fólkafátæku Føroyar eiga so nógv góð listafólk. Tað halda eisini mætu listfrøðingarnir við doktaraheitum í Wien, sum valdu út listaverkini til framsýningina í Leopold Museum. Teir lósu um og settu seg væl inn í føroyska list, áðrenn ein teirra kom til Føroya at vera í eina heila viku fyri at gjøgnumganga alla tað list, ið hann kundi síggja. Valið av listaverkum kann tí neyvan vera tilvildarligt og kritikkleyst, sum Kinna Poulsen vil vera við. Men sum við nógvum øðrum listfrøðingum, ið samstarva við Listasavn Føroya, er arbeiði hjá listfrøðingunum í einum av størstu mentanardeplum heimsins ei heldur nóg gott fyri Kinnu, tí teir vága sær at samstarva við Listasavn Føroya. At høgtstandandi fólk í bæði Wien og í Føroyum vóru við til ferniseringina, og at framsýningin í heila tikið fekk nógva og góða umrøðu í miðlunum og av teimum vitjandi, bøtti ikki um úrskurðin hjá Kinnu Poulsen. Framsýningin, sum hon neyvan hevur sæð, og tí ei heldur kann meta um, var sambært henni “tivoliserað” við fótbóltshúgvum, lundabamsum og skramblilist. Eg havi hug at spyrja, hvørji ið skramblilistafólkini eru. Er talan um Zacharias Heinesen, Edward Fuglø, Mikines, Janus Kamban, Ruth Smith, Tróndur Patursson, Sigrun Gunnarsdóttir ella kanska onkur av okkara dugnaligu og seriøsu listafólkum í yngra endanum sum Beinta av Reyni, Jógvan Biskopstø ella Annika á Lofti?

Á framsýningini var ein húgva, sum er meira enn bara ein fótbóltshúgva, eisini fyri eysturríkarar. Húgvan hjá Jens Martini Knudsen er eitt fótbóltstjóðarsúmbol fyri føroyingar, men samstundis ein áminning um, at ein dystur ongantíð er vunnin, áðrenn hann er leiktur. At listfrøðingarnir í Leopold Museum m.a. valdu at hava hesa fyri teimum so kendu húgvu við, var at rokna sum góð reklama fyri framsýningina, ikki minst tí EM 2008 í fótbólti var í Eysturríki í summar. Talið á vitjandi var sera høgt, oman fyri tey 80.000, sum væl og virðiliga man vera methøgt til eina framsýning við føroyskum listafólkum. At Kinna Poulsen uttan um allan samanhang spekulerar og dømir eysturríkar í dag fyri tað, sum nasistarnir gjørdu í einum kríggi, sum endaði fyri einum mansaldri síðani, er barasta so háðandi og spottandi fyri ikki bara eysturríkar, men eisini fyri øll tey deyðu og núlivandi listafólkini úr øllum heiminum, sum hava sýnt og sýna fram har. Hvønn rætt hevur Kinna Poulsen at kunna døma eysturríkar og onnur, sum hava nasistar sum forfedrar, fyri tað, sum forfedrar teirra gjørdu.

 

Listasavnið og tey myndlistaáhugaðu

Greinin endar sum so mangar hjá Kinnu Poulsen við, at Listasavnið fær enn eina lortaspann á høvdið, um savnið enn hevur nakað við innihaldið í greinini at gera ella ikki. Listasavnið verður í heilum skýrt fyri at vanta listarligar leiðarar og listfrøðiligar førleikar. Veruleikin er harafturímóti tann, at listfrøðingar, mær vitandi, arbeiða á savninum og taka avgerðirnar viðvíkjandi tí listarliga, og at savnið annars hevur tætt samstarv við nógvar listfrøðingar í sambandi við tær mongu verkætlanir, ið savnið arbeiðir við. Tí mótsigur Kinna Poulsen sær sjálvari, tá ið hon alment billar fólki inn, at listfrøðiligi førleikin er avgerandi fyri høgt listarligt støði, men samstundis ikki viðurkennir tey faklærdu, ið hava við Listasavnið at gera. Hon sigur, at framsýningarnar í Listasavninum bara eru á miðalhampastøði, men hon er helst óvitandi um veruleikan, at tað júst eru listfrøðingar, ið standa fyri uppheingingunum av framsýningunum á savninum.

Hóast Listasavnið ikki hevur nógvar pengar at arbeiða við, er savnið kortini so væl umsitið, at starvsfólkatalið á savninum er víðkað til fimm. Kortini fer Kinna Poulsen og kritiserar savnið og sigur, at t.d. er onki skil á føstu framsýningini og vísir til Marianne Krogh Andersen. Hetta má sigast at vera ein manipulerandi umskriving av tí, ið blaðkvinnan á Weekendavisen veruliga segði. Tað, hon hevði at siga um framsýningina, var í ógvuliga stóran mun positivt. Hon legði m.a. dent á allar listabøkurnar og øll tey mongu dugnaligu listafólkini í Føroyum og gongur tí beint ímóti teimum “fáu listafólkunum” hjá Kinnu Poulsen. Samb. greinini var tað tann sjálvkritiski Helgi Fossádal sjálvur, ið segði við Marianne Krogh Andersen, at framsýningin í løtuni ikki hekk so væl, sum hon skuldi. Hetta tí at framsýningin er í einari tilgongd til eina nýggja fasta framsýning, sum ikki er klár enn. Tann nýggja fasta framsýningin verður eisini sett upp av listfrøðingum. Alt gott arbeiði tekur tíð.

Uttan nakra frágreiðing endar Kinna Poulsen greinina við at siga, at myndlistaáhugað kunnu gleða seg til um eitt ár, tí tá fer savnsleiðarin frá. Sigast kann, at mong myndlistaáhugað longu nú eru sera glað fyri allar tær spennandi og hugvekjandi føroysku og útlendsku framsýningarnar, tiltøkini og bøkurnar, sum Listasavnið arbeiðir við. Talið á teimum vitjandi er bara vaksið. Í hópatali vitja bæði barnagarðar, skúlaflokkar og vaksin, føroyingar og útlendingar, savnið, sum okkurt árið hevði út við 20.000 vitjandi. Limalistin hjá Listafelagnum, sum er stuðulsfelag hjá Listasavninum, er bara vaksin og vaksin. Tá ið ferniseringar eru á savninum í sambandi við nýggja framsýning, møta altíð nógv fleiri enn 100 fólk upp, og vanliga kemur talið eisini væl upp um tey 200.

Einans at stempla savnsleiðaran sum ein bankamann loysir ongan trupulleika. At (for)døma ein persón fyri lívstíð vegna eitt fyrrverandi starv ella útbúgving er órímíligt. Hann hevur gjørt nógv annað í lívinum og hevur frá barnsbeini havt ein brennandi áhuga fyri myndlistini. Fólk kenna hann sum ein gløggan, dugnaligan, arbeiðssaman og fryntligan mann, sum dugir væl við fólki og hevur hegni til samstarv, og tað eyðkennir ein góðan stjóra. Ærumeiðandi atfinningarnar hjá Kinnu Poulsen eru tó endaleysar og so við og við nú vorðnar heilt óluksáliga triviellar. Neyvan er tað Helgi Fossádal, sum køvir myndlistina í Føroyum. Heldur er tað slíkur framferðarháttur, sum Kinna Poulsen borðreiðir við, ið køvir alt andligt lív í landinum.

Kinna Poulsen sigur í endanum, at “listastríðið” heldur fram, um fólk sum Helgi Fossádal verða leiðarar í savninum framyvir. Hvat meinar hon við? Hon umboðar í øllum førum ikki øll tey myndlistaáhugaðu, sum ikki kenna til nakað listastríð, sum hon leingi og ofta hevur skrivað um. Flestu myndlistaáhugað, sum við stórari gleði vitja framsýningar í Listaskálanum, og sum vitja framsýningar aðrastaðni í býnum og aðrastaðni við í landinum, kenna ikki til nakað sum helst listastríð. Men Kinna Poulsen uppiheldur einum fiktivum abstraktum listastríði í Sosialinum.

 

Hjartasuff til Sosialin

Eitt er, at Kinna Poulsen áhaldandi spillir Listasavn Føroya út, men tað gerst enn verri, at Sosialurin, sum mong av okkum annars plaga at lesa, stendur modell til hetta. Tað er ógvuliga løgið, tí Kinna Poulsen er bæði ærumeiðandi og brýtur allan góðan fjølmiðlasið. Hvar er fjølmiðlaetikkurin í hesum útspillingunum? Hvar er tann høgi og fakligi journalistikkurin? Blaðið brúkar altíð sama persón til at lýsa stórar og týdningarmiklar partar av føroyska myndlistaheiminum úr einum niðurgerandi og ógvuliga trongskygdum sjónarhorni. Úrslitið er “heft og óálítandi”.