.
Alicia Keys hevði tað ikki lætt í uppvøkstrinum. Mamma hennara var hvít, og pápin, sum var myrkur, rýmdu frá teimum, tá ið Keys var smágenta. Hetta gjørdi umstøðurnar hjá Keys truplar, og tað gjørdi ikki støðuna betur, at tey búðu í Hell´s Kitchen, sum verður roknaður sum ein harður býarpartur í amerikanska stórbýnum.
Felicia Henderson skrivar leikritið til nýggju sjónvarpsrøðina, og hon hevur áður skrivað The Frech Prince of Bel-Air og Moesha.