Starvsfólk hjá teimum trimum alifyritøkunum sum virka í Føroyum, Bakkafrost, Hiddenfjord og Marine Harvest Føroyar, hava í hesi vikuni eina øðrvísi uppgávu enn vanligt. Annað árið á rað rudda starvsfólk hjá teimum trimum fyritøkunum firðirnar, har tær hava virksemi. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
- Nógv plast og annað burturkast rekur inn á alifirðirnar, og alivinnan hevur sett sær fyri at hetta skal savnast saman og burturbeinast á rættan hátt. Samskipaðir ruddingardagar hjá alivinnuni vórðu fyri fyrstu ferð hildnir í juni í fjør, og ætlanin er at hetta skal vera afturvendandi tiltak í juni á hvørjum ári, skrivar Vinnuhúsið.
Upplýst verður eisini, at man við ruddingartiltakinum vónar at viðvirka til at styrkja tilvitskuna millum fólk um týdningin av einari reinari náttúru. Harumframt ynskja alifeløgini at vera við til at menna ein hugburð, har rusk og burturkast verður tikið upp so hvørt, sum fólk varnast tað.