Álit um endurvenjing handað

Í dag varð álit handað um endurvenjing

Tað vóru Margit Stórá, landsstýriskvinna í Heilsumálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Almanna og Mentamálum, Torbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagum, og Heðin Mortensen, næstformaður í Kommunufelagnum, ið tóku ímóti álitinum.

 

Arbeiðsbólkurin mælir millum annað til, at kommunurnar framhaldandi raðfesta endurvenjing samsvarandi tørvinum á økinum.

 

Fyri at minka um starvsfólkatrot mælir arbeiðsbólkurin til, at Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunurnar í felag umrøða, um tað ber til í størri mun at keypa tænastur frá hvør øðrum.

 

Arbeiðsbólkurin sigur eisini, at tryggjast skal, at fólk ikki detta niður ímillum skipanir.

 

Tað var í 2022, at ein arbeiðsbólkur varð settur við umboðum úr Heilsumálaráðnum, Almanna – og mentamálaráðnum og Kommunufelagnum at kanna, hvørjar avbjóðingar eru á rehabiliteringsøkinum, og hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast.