Álit um heildagstilboð í Skúlanum á Trøðni handað

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum fingu í dag handað eitt álit um, hvussu eitt heildagstilboð kann skipast í Skúlanum á Trøðni.  

Arbeiðið er sett í verk við tí fyri eyga at fyribyrgja óneyðug skifti hjá børnum í serskúla, ið verða mett at hava gagn av einum samanhangandi skúla- og frítíðarskúlatilboði.

 

Ein samdur arbeiðsbólkur mælir í álitinum til, at eitt heildagstilboð verður sett á stovn í Skúlanum á Trøðni komandi skúlaár. Álitið hevur 23 tilmælir, og verður millum annað mælt til at íverketa heildagstilboðið sum eina 3-5 ára royndarverkætlan í fyrstu atløgu, áðrenn støða verður tikin, um talan skal vera um eitt varandi tilboð.

 

"Eitt heildagstilboð er í samsvari við andan í Barnaverkætlanini, ið snýr seg um at bróta niður geirahugsan barninum at frama. At íverkseta tilboðið sum eina royndarverkætlan í fyrstu atløgu meti eg vera eina skilagóða loysn, ið ger tað møguligt at fylgja gongdini og gera tillagingar so hvørt, og soleiðis fáa eina betri fatan av, um eitt heildagstilboð er rættað tilboðið fyri børn í serskúla”, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

 

Tað vóru landsstýrisfólkini í barna- og útbúgvingarmálum og í almanna- og mentamálum, sum í felag settu hetta arbeiðið í gongd.

 

"Í løtuni eru tilboðini, sum hesi børn fáa, býtt út á tríggjar ymiskar geirar, ið skapar óneyðug skifti í dagligdegnum. Vit ynskja at fara burtur frá at skipa tilboð við støði í geirum, og meta at eitt tílíkt heildagstilboð við barninum í miðdeplinum kann gerast eitt nýbrot, ið kann sláa fyri, hvussu vit frameftir skipa tænastur til børn við serligum tørvi”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

 

Arbeiðsbólkurin, sum í dag handaði álitið, er mannaður við hesum limum:

 

  • Joan Knudsen frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum (forfólk)  
  • Ann Kristina Svabo Simonsen frá Almanna- og mentamálaráðnum
  • Jóhanna Jancyardóttir og Oggi Lamhague frá Almannaverkinum
  • Jan Christiansen og Gunrid Hansen frá Skúlanum á Trøðni
  • Birgit Debess vegna Kommunufelagið (Janus Haraldsen frá februar 2024 til mars 2024)

 

Álitið kann lesast her.