Alivinnan 30 milliónir í eykaskatti

Loyvisskatturin hækkar úr 2,5 prosentum upp í 7 prosent

Alivinnan, sum síðstu árini hevur dugað at tjena pengar, skal gjalda meira í landskassan.

 

Sonevndi tilfeingis- & loyvisskatturin, sum síðstu árini hevur verið 2,5 prosent, verður næsta ár nærum trífaldaður upp í sjey prosent.

 

Talan er um ein eykaskatt á tann partin av alivinnuni og fiskivinnuni, sum tjenar pengar. Ítøkiliga á yvirskot omanfyri eina millión krónur.

 

Fíggjarmálaráðið hevur roknað seg fram til, at skattagrundarlagið hjá hesum parti av vinnulívinum er umleið 900 milliónir krónur næsta ár. Tað vil siga, at landskassin kann fáa 9 milliónir krónur í inntøku av hvørjum prosenti, sum verður lagdur omaná í skatti.

 

Somuleiðis sigur roknistykkið hjá Fíggjarmálaráðnum, at av teimum 900 milliónunum stava 650 milliónir frá alivinnuni og 250 milliónir frá fiskivinnuni.

 

Tí verður tað í høvuðsheitum eisini alivinnan, sum kemur at bera størsta partin av eykarokningini úr landskassanum. Alivinnan skal næsta ár gjalda 45,5 milliónir krónur í tilfeingis- & loyvisskatti, meðan fiskivinnan skal gjalda 17,5 milliónir.

 

Fyri alivinnuna er talan um eina eyka skattarokning á 30 milliónir krónur.

 

Tilsamans skal økta skattatrýstið á vinnuna geva 63 milliónir krónur í inntøku næsta ár.

 

Fíggjarmálaráðið ásannar, at fiskivinnunýskipanin letur bíða eftir sær, og tí verður eisini næsta ár neyðugt við eini ”skiftisskipan”, sum tikið verður til.

 

Les eisini:

 

Aksel V. Johannesen: Fíggjarpolitikkurin dumpaður

 

449 milliónir í undirskoti í ár

 

Hallið verður 250 milliónir næsta ár