Alivinnan ov krevjandi fyri føroyskar peningastovnar

Norðoya Sparikassi ætlar sær at halda fingrarnar burtur frá alivinnuni, hóast vinnan hevur brúk fyri bæði nýggjum íleggjarum og nýggjari fígging. Stjórin í Norðoya Sparikassa heldur, at alivinnan er við at gerast ov stór hjá føroyskum peningastovnum at fíggja

Klaksvík: Norðoya Sparikassi ætlar sær ikki at fara við í alivinnuna, nú vinnan í Norðoyggjum hevur brúk fyri bæði nýggjum kapitali og nýggjari fígging.
? Vit eru blivnir spurdir fleiri ferðir um hetta seinastu 12 árini, og vit fingu eisini spurningin, tá tað gekk sera væl hjá vinnuni fyri trimum árum síðani, men vit hava sagt nei til fíggja alivinnuna, og vit hava ikki broytt hugsan, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.
? Vit hevldur vilja fíggja nógv í fiskivinnuni á sjógvi og á landi í Norðoyggjum, og tí kunnu vit ikki eisini fíggja eina alivinnu, sum hevur verið í kreppu fleiri ferðir.

Stór óvissa um virksemi
Alivinnan í Norðoyggjum hevur havt tað trupult, síðani vinnan varð rakt av ILA-sjúku, og marknaðurin versnaði munandi.
Meginparturin av virkseminum á sjónum er steðgaður, og á landi gongur eisini móti endanum. Virkið Kryvjing, sum hevur havt upp í 70 fólk til arbeiðis at virka alilaks, letur væntandi aftur um hálvan annan mánað, og tá er eingin alilaksur eftir at taka í Norðoyggjum.
Alifeløgini í Norðoyggjum liva í óvissuni, tí tey vita ikki, hvussu tað verður við virkseminum í Norðoyggjunum.
? Bæði Faroe Salmon og East Salmon eiga smolt at seta út, men tað er trupult at fáa fígging til virksemið. Eginpeningurin í Faroe Salmon er burtur, og peningastovnarnir krevja nýggjan eginpening fyri at fíggja virksemið. Men tað er sera trupult at skaffa nýggjan eginpening, og í løtuni vita vit ikki, um tað fer at bera til at fáa gongd í alingina aftur, sigur Heini Gregersen, sum er ein av høvuðsmonnunum í Faroe Salmon, sum hevur verið millum størstu alifeløgini í landinum.

Alivinnan ov stór
Stjórin í Norðoya Sparikassa heldur, at alivinnan í Føroyum hevur brúk fyri so stórari fígging, at tað í longdini kann gerast ein trupulleiki hjá føroyskum peningastovnum at fíggja vinnuna.
? Samlaði eginpeningurin hjá føroysku peningastovnunum er um 2,5 milliardir krónur, og skuldin í alivinnuni hevur verið um eina milliard krónur. At lána 40 prosent av eginpeninginum út til eina einstaka vinnu, sum er merkt av so stórum váða, kann blíva ein ov stórur váði fyri føroysku peningastovnarnar í longdini, heldur Eyðfinn Reyðberg.
? Gongdin er tann vegin, at konsentratiónin í alivinnuni verður størri, og tí eru upphæddirnar, sum skulu lánast, við at gerast ov stórar fyri føroyska fíggjarheimin, heldur hann.

Myndatekstur (mynd av alivirksemi):
? Samlaði eginpeningurin hjá føroysku peningastovnunum er um 2,5 milliardir krónur, og skuldin í alivinnuni hevur verið um eina milliard krónur. At lána 40 prosent av eginpeninginum út til eina einstaka vinnu, sum er merkt av so stórum váða, kann blíva ein ov stórur váði fyri føroysku peningastovnarnar í longdini, heldur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa