Í kvøld presenteraðu Swangah fyrsta føroyska rapp pallin, ILLtonkt. Hetta er føroyskt munnhøgg millum tveir luttakarar, har tað einasta amboðið hvør luttakari hevur er síni kynstur at orða seg og "happa" hin. Fyrsti verbali nevaleikurin var millum Allan Henriken "Allahn" og Trygva Danielsen "Silvurdrong", og dysturin varð stroymdur á YouTube klokkan 20.
Allahn segði m.a.:
- Mínir vinmenn koyra biltúr og nakka høvd. Tínir vinmenn lesa Kvinnu og drekka gløgg. Yo, lat meg tosa um FMA. Nær f*** er tað blivið eitt ting? Hvussu kann mann vinna, tá mann hevur konsert í Burger King? Míni rím eru heit sum føroysk ull. Minst til, at silvur er altíð aftaná gull!
Silvurdrongur segði m.a.:
- Tú sært út, sum tú hevur vigað dupult so nógv og helvtina av, hvat tú vigar beint nú. Tú sært út sum tú hevur søkt arbeiði í Rit & Rák tríggjar summarferiur á rað og hvørja ferð fingið avslag. Tú sært út, sum tú vaskar hendur við sápu hvørja ferð, tú hevur pissað.
Les meira um ILLtonkt: - Hetta er ikki fyri sartar sálir
HERber til at síggja alla rapp-orrustuna. Sendingin inniheldur málburð, sum kann vera óhóskandi.
- Endamálið við ILLtonkt er at skapa eina røð av partum, har vit varpa ljós á, at øll hava ein hvassan penn í lummanum. Tveir persónar dystast ímóti hvørjum øðrum. Teir hava frammanundan fyrireikað og skrivað hvør sín tekst. Luttakararnir skulu skriva tekstin útfrá og til sín mótspælara. Tað stendur luttakaranum frítt, hvat og hvussu hann skrivar, og tað er einki, sum er for hart, óreint ella frekt. “illtonkt” er rátt og uttan filtur. Soleiðis lýsir ILLtonkt tiltakið.