2-0 tap á heimavølli ímóti Skotlandi var vónbrot fyri Ísland. Sviar megnaðu ikki meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti Ungarn, og tað var eisini vónbrot. Ungarn er í fótbólti ikki tað, sum landið var nógvu tey fyrstu árini eftir 2. heimsbardaga, og Svøríki stóð seg væl í HM endaspælinum í summar.
Svøríki hevði nógv mesta partin av spælinum, men teir komu ongantíð orduliga yvir skelkin, at Ungarn í 7. minutti legði seg á odda.
Svøríki hevði nógvar møguleikar, men tað var ikki fyrrenn í 76. minutti, at teir 36.000 áskoðararnir í oysandi regninum og bara 3-4 hitastigum á Råsunda sóu Zlatan Ibrahimovic javna til 1-1. Málskjúttin fekk ikki høvi at fegnast saman við liðfeløgnum um málið. Hann brast saman við ungverska málverjanum og varð borin av vøllinum.
Endaspælið í Portugal er kámt fyri svium, sum í fyrsta umfarinum bara megnaðu 0-0 í Riga ímóti Letlandi.
Undan dystinum ímóti Ungarn varð nógv tosað um, at álopsfelagin og kappingarneytin hjá Toda Jónsson í FCK, Jörgen Pettersson, aftur var úttikin til svenska landsliðið. Men leygardagin var hann 19. maður og sat harvið millum áskoðararnar. Vongverjin hjá FCK, Tomas Antonelius var ímillum teir fyrstu ellivu. Men hann var vongverji í vinstru og ikki á vanliga plássinum í høgru, og avrikið varð ikki mett at hava verið meiri enn passaligt.
Tríggir góðir sigrar
Donsku áskoðararnir vóru ikki til málveitsluna í Parkini, sum teir høvdu vónað. Luksemborg helt tørn fyrsta lítla tíman. Tá Danmark kom á odda, var tað við brotssparki, og Morten Olsen og øll hini vóru samd við Allani Simonsen í, at talan var um sera ivasaman dóm. Jon Dahl Tomasson skoraði úr ellivu metrum, og hann átti uppleggið, tá Ebbe Sand stútaði til 2-0.
? Frí tíðini sum landsliðsvenjari í Føroyum veit eg, at smáu fótbóltstjóðirnar fáa ikki nógv frá dómarunum ? serliga ikki á útivølli, segði Allan Simonsen eftir dystin.
Í Bukarest var tjóðarvøllurin eitt stórt runudýki. Men tað mundu norðmenninir leggja vertin á. Á heimavølli ímóti Danmark javnaðu teir til 2-2, tá tað vóru tjúgu sekund eftir. Leygardagin var aftur lítið eftir, tá teir fingu sigursmálið í dysti, sum alt bendi á skuldi enda málleysur. Steffen Iversen var maðurin, sum alt Noreg fegnaðist um, tá sjey minuttir vóru eftir.
Finnland vann sannførandi á heimavølli ímóti Aserbadjan. Hyppiä úr Liverpool staðfesti við stútara 3-0 sigurin. Mest merkisverda við dystinum í Helsingfors var, at fyrsti málverjin hjá Aserbadjan ikki slapp í land í Finnlandi. Hann hevði einki pass, og so var einki annað at gera enn at senda hann til hús. Umframt til atgonguskjal til landið, so verður passið í fótbóltshøpi víst sum samleikaprógv. UEFA umboðið, dómarin og umboð fyri fótbóltssambondini sita nakrar tímar undan dystarbyrjan á fundi og lesa passini, og tá er ikki gamans leikur, um ikki alt er, sum tað eigur at vera.