Allan Norðberg skoraði fýra mál tá lið hansara, KA á heimavølli vann 32-27 á FH í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var KA á odda 15-12.
Bruno Bernat var tann sum vardi málið hjá KA tað mesta av tíðini. Nicholas Satchwell bleiv noteraður fyri eina bjarging í kvøld.
Tað alt avgerandi í bestu íslendsku hondbóltsdeildini er at enda millum átta tey ovastu liðini fyri at vinna seg í endaspælið.
KA hevur 17 stig á áttanda plássi, trý stig fleiri enn Fram, ið er liðið hjá Vilhelmi Poulsen og Rógva Dal-Christiansen.
23. mars dystast Fram og KA í Reykjavík í einum sera týdningarmiklum dysti í royndini hjá liðunum at røkka endaspælinum.