Allan og Nicholas taptu íslendska stórsteypadystin

KA tapti greitt fyri verandi greipuvinnarunum, Vali í stórsteypadystinum

Fyrr í dag leikti føroyingaliðið, KA stórsteypadyst móti Vali, sum seinastu fyrireiking til landskappingina, ið byrjar komandi vikuskiftið.

 

Valur vann dystin greitt 37-29. Í steðginum var Valur á odda 21-15.

 

Allan Norðberg skoraði fimm mál fyri KA í dag. Nicholas Satchwell hevði sjey bjargingar í málinum hjá KA.

 

Komandi fríggjakvøld leikar KA fyrsta dystin í bestu íslendsku deildini.  Hann verður leiktur á útivølli móti Haukum.