Allan og Valur eru framvegis fremst

Valur vann greiðan sigur á Gróttu í kvøld

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld dyst móti Gróttu á útivølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var Valur á odda við bert einum máli, 16-15.

 

Í seinna hálvleiki var Valur greitt omaná, og teir vunnu dystin 39-29.

 

Allan skoraði fimm mál.

 

Komandi dyst týskvøldið 21. november skal Allan saman við Vali spæla móti gamla liðnum hjá Allani, KA á heimavølli.

 

Støðan:

 

 Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
 1Valur9801300:24116
 2FH9711280:23815
 3Afturelding9612273:23513
 4Fram9513275:27411
 5Haukar9504271:23510
 6ÍBV8413246:2429
 7KA9324244:2598
 8Víkingur9306225:2566
 9Grótta9306250:2766
 10Stjarnan9216247:2715
 11HK9216235:2685
 12Selfoss8107184:2352