Allan Simonsen: U18 dreingirnir vóru óførir

Fótbóltur: Rógvi Jacobsen skjeyt Føroyar til javnleik í EM-dystinum móti Estlandi

Føroyska U18 dreingjalandsliðið er í hesum døgum við í EM-undankapping í Týsklandi.

Liðið skal spæla tveir dystir á ferðini til Týsklands, tann fyrri var móti Estlandi fyrradagin, og tann seinni verður móti Týsklandi í dag.

Dysturin móti Estlandi, sum var spældur týsdagin, endaði við javnleiki 1-1. Úrslitið var gott, men føroysku spælararnir vóru eitt sindur vónbrotnir av, at teir ikki kláraðu at vinna dystin. Teir høvdu kjansirnar til tað, og estlendingar kláraðu ikki at javna fyrr enn fram móti endanum av dystinum.

Allan Simonsen, venjari hjá A-landsliðnum, fylgir liðnum í Týsklandi, og hann var væl nøgdur við tað, sum hann sá týsdagin.

­ Dreingirnir vóru óførir, teir stríddust sera væl og spældu eisini væl. Eg haldi, at vit kundu væl havt vunnið dystin, segði hann við Ítróttarsosialin fyrrapartin í gjár.

­ Vit høvdu fleiri kjansir í fyrra hálvleiki, men fingu ikki mál. Í seinna hálvleiki bar til at skora, men Estland kláraði at javna. Móti endanum av dystinum trýstu teir fyri at vinna dystin, men okkara verja kláraði at halda tætt.

­ Spælarar vóru sera raskir og eg eri vælnøgdur við tað sum eg sá, segði landsliðsvenjarin, sum fylgir U-landsliðnum sum partur av sínum arbeiðið við A-landsliðnum.


Rógvi skoraði

Í fyrra hálvleiki høvdu Mortan Hansen og Jákup á Borg naskar royndir. Mortan stútaði innlegg heilt upp móti málhorninum, men málverjin kláraði at sláa bóltin til hornaspark, og Jákup á Borg rakti stólpan við frálíkum skoti úr 20 metrum.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tað føroyska liðnum at fáa mál. Andrew av Fløtum tók sær av frísparki frammi við mállinjuna hjá Estlandi, heilt úti í borðinum. Hann smekkaði til móti málinum, málverjin bjargaði, men so var Rógvi Jacobsen fyrstur av returinum og sendi í kassan.

Týsk bløð søgdu eftir dystin, at føroyska liðið var tað betra og kundi havt vunnið dystin. Í samrøðu við Frankfurter Rudschau sigur landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, at hann metir sítt lið verða betri enn tað hjá Estlandi, og tí heldur hann teir hava kjans móti Týsklandi í dag.

Blaðið slær tó fast, at vinnur Føroyar á Týsklandi, er tað ein sensatión.


Týskland hvílt longri

Og tað er í dag, at føroysku spælararnir rættiliga sleppa at royna seg, tí mótstøðuliði er Týskland, sum vann 4-1 á Estlandi.

Týskarar spældu sunnudagin, og tí hava teir havt møguleika at hvíla seg betur til dystin í dag.

­ Okkara spælarar vóru troyttir eftir dystin móti Estlandi, men vit royna at fáa teir so væl fyri sum gjørligt til dystin móti Týsklandi, sigur Allan Simonsen.