Landsliðsvenjarin vildi so fegin vinna móti frændum okkara fyri vestan, og sjálvandi var hann vónbrotin av, at tað ikki hevði eydnast. Og tað helt hann, at hann hevði alla orsøk at vera:
? Burtursæð frá allar fyrstu løtuni so eru tað vit, ið hava tak á samanspælinum. Eg hevði roknað við, at íslendingarnir fóru at vísa meiri enn teir gjørdu, men høvuðsorsøkin til, at teir ikki gjørdu tað, var, at okkara menn vóru so sannførandi, bæði í verjupartinum, og eisini í samanspælinum. Vit høvdu ikki nógvar upplagdar málmøguleikar, men vit høvdu nóg nógvar at vinna. Vit misbrúktu eitt brotsspark, vit megnaðu ikki at skora, tá vit høvdu ein veldugan møguleika, og í øðrum førum restaði sera lítið í, men síðsta sendingin var ikki nóg neyv, og so var tað sera óheppið, at teir beinanvegin fingu eitt óneyðugt mál.
Allan Simonsen vildi ikki taka nakrar av sínum spælarum framum aðrar, og hann undirstrikaði, at útskiftingarnar vóru ikki ábending um, at hann var misnøgdur við teir, ið fóru út:
? Eg skifti Fróða Benjaminsen og Rógva Jacobsen inn fyri at geva teimum høvi at sneyta til altjóða dystirnar, og eg má siga, at teir fóru báðir til verka á ein sera sannførandi hátt.
Venjarin var samdur við okkum í, at miðverjan var sera sannførandi:
? Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen og ikki minst Jens Kristian Hansen spæla ein kanón dyst, og eg haldi, at Pól Thorsteinsson var sannførandi í verjupartinum, sjálvt um hann spældi í plássinum í vinstru síðu, sum hann ikki áður hevur roynt á landsliðnum, var metingin hjá venjaranum, sum stór iðraði seg um tapið, men samstundis segði seg síggja fram til komandi dystirnar við góðum treysti.