29. desembur verður árliga Jobmatch-stevnan og sum undanfarnu árini verður hon í Norðurlandahúsinum. Vit hava prátað við nakrar av fyritøkunum, sum luttaka og komandi dagarnar verða samrøðurnar lagdar út her á in.fo. Onnur fyritøkan er flutningsfyritøkan Faroe Ship.
Skipafelag Føroya varð stovnað í 1919, og røkti fram til 1969 rutusiglingina millum Keypmannahavn og Føroyar við skipunum hjá sær, sum øll itu Tjaldur. Síðani legði felagið seg meiri eftir farmaflutningi, men eftir at hava kappast í mong ár við Eimskip um farmaflutningin í Norðuratlantshavi, løgdu feløgini saman í 2004 undir navninum Eimskip. Í 2006 keypti felagið Farmaleiðir frá Strandferðsluni og hevur sostatt farmaflutning bæði á landi og á sjógvi. Síðani 2007 hevur alt virksemi í Føroyum verið undir navninum Faroe Ship.
Faroe Ship er millum størstu flutningsfyritøkur í Føroyum við umleið 130 starvsfólkum. Faroe Ship veitir tænastu innan øll flutningsøki, so sum sjófrakt, flogfrakt, koyring og warehousing. Harumframt hevur Faroe Ship kuldagoymslu og agency tænastu.
Per Dávidsson Jacobsen er operatiónsleiðari hjá Faroe Ship og sigur, at felagið vónar, at Jobmatch verður ein góður sýnisgluggi fyri felagið.
- Vit vænta, at hetta er ein góður háttur at koma í samband við lesandi og onnur, sum er áhugað í einum starvi hjá okkum ella at skriva uppgávur fyri okkum, sigur hann.
Hann sigur, at hóast felagið ikki hevur nakað leyst starv at bjóða júst nú, so eru sera fegin um at koma í samband við lesandi.
- Um fólk eru áhugað, so kann væl vera, at vit kunnu koma ásamt um onkrar uppgávur, sum fólk kunnu skriva fyri okkum ella kanningar, tey kunnu gera fyri okkum. Eisini er møguligt at koma í lestrarstarv ella starvsroynd í felagnum. Hinvegin, skuldi tað víst seg, at onkur serstakliga áhugaverdur persónur legði leiðina fram við, so kann tað vera, at vit mugu royna at skapa eitt arbeiðspláss til viðkomandi í fyritøkuni, sigur Per Dávidsson Jacobsen.
- Vaksandi inn- og útflutningurin í Føroyum hevur við sær nógvar spennandi avbjóðingar fyri Faroe Ship og fyri starvsfólkið. Altjóða sambondini, sterka marknaðarstøðan og umskiftandi marknaðurin ger Faroe Ship til eitt spennandi, avbjóðandi og mennandi arbeiðspláss, skrivar felagið um seg sjálvt á heimasíðuni hjá Jobmatch.
Á Faroe Ship arbeiða í løtuni um 130 fólk innan alskyns øki so sum lastbilakoyrarar, bókhaldarar, sølufólk og innan logistikk og umsiting. Tískil er tað ikki nøkrum ávísum útbúgvingum, tey leita eftir.
- Sjálvandi vóna vit fyrst og fremst at koma í samband við dugnalig fólk innan okkara virkisøki. Sølufólk og logistikkfólk vilja vit gjarna hava eitt prát við, umframt tey, sum arbeiða innan til dømis bókhald og umsiting. Annars er tað altíð áhugavert, um onkur hevur okkurt gott at vísa og vil eg siga, at næstan allar útbúgvingar eru áhugaverdar, sigur hann.
Faroe Ship verður í Skálanum á bási 31. Minst til, at til ber at bíleggja eitt JobPrát umvegis heimasíðuna Jobmatch.fo. So ert tú tryggjaður at sleppa fram at júst teimum, tú ynskir at tosa við á stevnuni.