Allar útbúgvingarnar undir sama hatt

Tað er fyri at fáa meiri burturúr tilfeinginum og fyri at laga útbúgvingarnar eftir altjóða støðinum og krøvunum, at politiski myndugleikin nú fer undir at umskipa bygnaðin av útbúgvingarstovnunum og at skipa útbúgvingarnar av nýggjum

FRAMTÍÐAR ÚTBÚGVINGAR
Jóannes Hansen
Áhugin fyri at skipa stovnarnar av nýggjum, sum hava við víðari útbúgvingar at gera, og at tillaga innihaldið, hevur verið stórur fleiri tey seinastu árini. Tað sæst eitt nú á, at útbúgving hevur átt ikki so lítla rúmd í politiska kjakinum.
ÚBPN álitið greiddi ÚtBúgvingarPolitikkNevndin úr hondum í 1999, og full­veldis­lands­stýrið skipaði fyri, at álitið, sum snúði seg um gransking og útbúgving, var lagt fyri Løg­tingið til aðalorðaskiftis. Í høvuðsheitum snýr álitið seg um møguleikarnar at menn­ast og fáa útbúgving og um at skapa eitt samfelagsligt vitan­arstøði, ið millum annað kann vera grundarlag undir skila­góðum avgerðum, sum tryggja varandi loysnir, verð­ur sagt á heimasíðuni hjá Menta­málaráðnum.
Tey seinastu árini hevur útbúgv­ingarskipanin og víðari útbúgvingar fleiri ferðir verið viðgjørt í Løgtinginum. Eitt nú hava tað tvey tey seinastu árini verið fimm skrivligir fyrispurningar um útbúgvingar til landsstýrismannin í Menta­málum. Annika Olsen hevur spurt um føroysku luttøkuna í Bologne tilgongdini, Finnur Helmsdal hevur spurt um eftir­skúlar í Føroyum og um pedagogútbúgvingina, Kristina Háfoss og Heðin D. Poulsen hava spurt um gransking og løg­frøði, og Kári P. Højgaard hevur spurt um hægri útbúgving í Føroyum.
Ætlanirnar
Á Ólavsøku segði løgmaður, at hægru útbúgvingarnar eiga at samskipast undir einum stovni ella depli.
Skal slík samskipan gera fulla nyttu og harumframt vera í betri samljóði við sam­felags­tørvin er neyðugt, at Fróð­skap­ur­setur Føroya fær nýggjan og smidligari bygnað, staðfesti løgmaður.
Útsøgnin hjá løgmanni var grundað á samgonguskjalið, og landsstýrismaðurin í Mentamálum og umsitingin hjá honum arbeiða við at fyrireika broytingarnar:
Tað eru ein innara og ein utt­ara orsøk til, at vit eru noydd at broyta bygnað og inni­hald í útbúgvingunum. Útbúgv­ing­ar­nar og stovnarnir eru komnir so við og við. Nú royna vit at síggja hetta økið sum eina heild og at finna loysnir, sum bera við sær, at menniskjaliga og fíggjarliga orkan verður betri gagnnýtt, enn hon higartil hev­ur verið, og at talan verður um størri faklig og næmingalig um­hvørvi, enn talan higartil hevur verið um. Vit rokna eisini við, at hetta fer at bera betri fyri­treytir fyri gransking við sær. Hin parturin er at veita føroysk­um útbúgvingum og føroyskari gransking atgongd til norðurlendsku og europeisku grans­kingargrunnarnar, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
Yvirskipaða felags europeiska málið fyri víðari útbúgvingum er, at tær skulu skipast í so­kallaða 3+2+3 skipanina. Tað vil siga, at fyrst skulu trý ár nýtast til BA lestur, síðani tvey ár til MA lestur og síðani trý ár til Ph.D.
Ítøkiligi framferðarhátturin
1. januar í ár vórðu Fróð­­skap­ar­setrið og Sjúkra­røktar­frøðis­skúlin sam­skipað við saman­legging fyri eyga. Sjúkra­røktarfrøðiskúlin hevur fingið nýggja bachelorlóg, og teir fyrstu sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið eru á bahcleorstigi, verða lidnir 1. februar 2007. Næsta stigið ætlast at vera sam­skip­an og samanlegging av Fróð­skapar­setrinum og Føroya Læraraskúla. Arbeitt verður við at gera nýggja lóg fyri Læraraskúlan, ið skal vera á bachelorstigi. Ætlanin er at leggja stovnarnar saman eftir at útbúgvingarnar á bachelorstigi eru komar í gildi.
Næsta stigið verður síðani at samskipa Fróðskaparsetrið og hægri útbúgvingarnar á Handils­skúlanum, Sjómans og Maskin­meistaraskúlanum. Støða verður tikin til eina møgu­liga samanlegging seinni. Spurningurin um fram­tíðar tilknýti millum Grans­kingardepilin fyri økis­menningargransking og Fróðskaparsetur Føroya verð­ur eisini viðgjørdur. Hesin spurn­ing­urin kann í fyrstu atløgu verða loystur við eini avtalu mill­um ánarin av verkætlanin, leiðsluna og Fróðskaparsetrið.
Nevndin
Í hesum døgum er landsstýrismaðurin í mentamálum við at seta eina nevnd at arbeiða skjótt við einum lógaruppskoti fyri ein føroyskan lærdan háskúla. Lógaruppskotið skal serliga viðgera endamálið, javnvágina millum gransking og útbúgving, heimildina fyri smidligum útbúgvingarhættum, og leiðslu og bygnað.
Ætlanin er, at nevndin skal senda uppskotið til hoyringar hjá øllum avvarðandi pørtum, og samstundis at kalla til fundar at umrøða uppskotið við hoyringspartarnar við tí fyri eyga, at gera endaligt uppskot aftaná hoyringsfundin.
Í nevndini, sum lands­stýris­maðurin er við at seta, skulu vera umboð fyri Fróðskaparsetrið, Sjúkraføktarfrøðisskúlan, Læraraskúlan og við umboði fyri Mentamálaráðið.