Allir tríggir føroysku fótbóltsspælararnir, sum spældu í Noregi hetta vikuskiftið, fóru tómhentir av vøllinum.
Aalesund og Sonni Ragnar Nattestad taptu fyri fyrstu ferð í landskappingini í ár, tá teir í gjár máttu lúta fyri Nest-Sotra. Sum ikki einaferð spældi Sonni Ragnar allan dystin. Aalesund liggur tó framvegis á odda í næstbestu norsku deildini, við 23 stigum. Viking, á øðrum plássi, hevur 19 stig, men hevur spælt ein dyst minni.
Leygardagin spældi Sandnes Ulf á heimavølli móti Kongsvinger, men eisini Ári Mohr Jónsson máttu fara av vøllinum sum tapari. Ári Mohr Jónsson bleiv útskiftur aftan á 72 minuttir. Endaliga úrslitið gjørdist heili 3-0 til Kongsvinger. Við tapinum dettur Sandnes-Ulf trý pláss aftur á stigatalvuni, niður á sætta pláss. Sandnes-Ulf hevur 18 stig fyri fyrstu 11 dystirnar.
Kongsvinger og Nest-Sotra lógu á 12. og 13. plássi av teimum 16 liðunum í deildini, men sigrarnir hava givið teimum eitt sindur av luft millum seg og niðurflytingarplássini.
Florø og Patrik Johannesen spældu ikki. Florø liggur aftast við fimm stigum.
Bryne spældi á útivølli móti Hødd, men heldur ikki har eydnaðist tað føroyingafelagnum at fáa nakra úrtøku. Endaliga støðan gjørdist 2-1 til Hødd. Her kunnu vit við føroyskum eygum tó fegnast um, at Rógvi Baldvinsson aftur var á vøllinum eftir drúgvan skaða. Hann bleiv tó skiftur út, tá 86 minuttir vóru spældir.
Bryne liggur á sætta plássið í triðbestu norsku deildini, við 12 stigum eftir 8 dystir. Oddaliðið Skeid hevur 16 stig.
Fyrr í vikuni spældi Brann í norsku steypakappingini, men blivu avsmurdir 4-1 móti Lillestrøm. Hetta var fyrsta tapið hjá Brann í norskum fótbólti í ár. Gilli Rólantsson spældi allan dystin.