Allir finalistarnir funnir

:)

Í vikuskiftinum var skipað fyri seinasta innleiðandi umfarinum í kappinigini um at gerast Ársins Songrødd 2000.

Seinasta av innleiðandi umførinum var í Badmintonhøllini leygarkvøldið. Tveir luttakarar afturat tryggjaðu sær luttøku í finaluni sum ætlandi verður komandi vikuskifti.

Sølva Ford gjørdist vinnari av kappingini leygarkvøldið, og Herfinn Árnafjall gjørdist nummar tvey. Sølva Ford er ikki nakað nýtt navn innan tónleik í Føroyum. Sølva hevur eina fortíð í bólkinum Sølva & Bergmenn, og tað eru neyvan mong ið ikki kennast við lagið Tíðarflóð, sum hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum tey seinastu árini. Lagið er tikið av fløguni, sum bólkurin gav út í 1996.

Umframt Sølvu Ford og Herfinn Árnafjall hava átta aðrir luttakarar ognað sær eitt pláss í finaluni.

Úr Klaksvík koma Nicolina Rubeksen og Sólgerð Joensen. Úr Miðvági koma Andrea Hansen og Eyðbjørg M. Simonsen. Úr Suðuroynni koma Guðrun S. Jacobsen og Eyðun Árason Jacobsen, og frá umfarinum á Strondum koma Svein Thomsen og Jórun Mikkelsen.

Til finaluna í Havn fer Teitur Lassen at spæla. Tey flestu kenna Teitur frá bólkinum Mark No Limits, har hann var sangari. Teitur fer til fianaluna at framføra nøkur nýggj løg hjá sær, og fyrireikararnir siga at talan er ikki um jazz tónleik, men nøkur poppløg hann hevur skrivað í seinastuni.in støðg uppá eitt ár. 1989 var tí eitt Iron Maiden frítt ár.

Bruce Dickinson nýtti høvið hetta árið at útgeva ein soloplátu, Tatooed Millonaire er heitið á hesari, sum fekk fína móttøku. Eisini Adrian Smith royndi seg sum solist, eftir at hann var farin burtur úr Iron Maiden. A.S.A.P ella Adrian Smith And Project komu sama árið við útgávuni Silver & Gold, og kanska er tað onkur sum minnist heitislagið, sum av og á var at hoyra.

Við nýggja guitarleikaranum Jannick Gers fóru Iron Maiden aftur í upptøkuhølini í 1990. Úrslitið av hesum upptøkum fekk navnið No Prayer For The Dying, og var ein afturvendan til gamla Iron Maiden stílin.


Exit Bruce Dickinson

Í 1992 kom so seinasta studioútgávan við Bruce Dickinson sum sangara, um sæð verður burtur frá Brave New World, ið hevur fáar dagar á baki. Fear Of The Dark er heitið á útgávuni, sum inniheldur 12 løg av skiftandi góðsku. Tað er eingin loyna, at tíðin um hetta mundið álvorliga var um at fara frá Iron Maiden, og tí galloperandi arbeiðararokkinum, sum teir líka síðani stovnanina hava hildið fast um.

Móttøkan av plátuni í Onglandi var hóast hetta rættuliga góð. Hon streyk beinleiðis inn á eitt fyrstapláss á sølulistunum. Ummælarar vóru hinvegin ikki ovurfegnir, og onkrir av teimum vóru eisini rættiliga náðileysir, tá teir skuldu fella dóm yvir útgávuna. Sum sagt, so var hetta svanasangurin hjá Bruce Dickinson í leiklutinum sum oddamaður í Iron Maiden. Aftana at hann hevði tikið seg úr bólkinum, segði hann alment, at hann metti at tíðin var farin frá Iron Maiden, og varð hetta av mongum skilt sum ein ábending til hinar limirnar í bólkinum um at tíðin var komin til at leggja árarnar inn, áðrenn tað seinasta av tí virðing í framvegis var millum manna skuldi hvørva

Eftir at Fear Of The Dark var útkomin fóru Iron Maiden á eina umfatandi farvæl konsertferð við Bruce Dickinson, eitt nú vóru teir eitt av høvuðsnøvnunum á tí árliga afturvendandi tiltakinum, Monsters Of Rock, sum verður hildið við Castle Donnington í Onglandi. Henda konsertferðin var væl vitjað. Nógvir av trúgvu Iron Maiden fjepparunum vildu nýta høvið at hoyra Bruce Dickinson eina seinastu ferð. Eisini úr Føroyum fór fitt av fólki við Smyrli til Skotlands á konsert við bólkinum.


Enter Blaze Bayley

Eftir at Bruce Dickinson var farin burtur úr Iron Maiden, fingu hinir limirnir ein nýggjan sangara upp í bólkin. Blaze Bailey, varð maðurin sum skuldi ganga í fótasporum Bruce Dickinsons. Orøkin til at valið júst fall á Blaze Bailey var, at Iron Maiden hevði verið á konsertferð saman við gamla bólkinum hjá Blaze Bailey, sum nevndist Wolfsbane. Wolfsbane blivu í 1990 spáddir eina stóra framtíð, tá teir góvu út fløguna Down Fall The Good Guys, men hetta bleiv kortini ongantíð til tað stóra.

Tvær útgávur bleiv tað til við Blaze Bailey sum sangara. Tann fyrra, The X Factor, kom út í 1995, og tann seinna, Virtual XI, kom í 1998. Hvørgin av hesum útgávum megnaði at sannføra fólk um at tað var eitt lív eftir Bruce Dickinson. Endin var tískil at Blaze Bailey fekk durafjórðingin aftur.


The Beast Is Back

Í 1999 hendi so tað sum nógv høvdu droymt um. Bæði Bruce Dickinson og Adrian Smith komu upp í bólkin aftur. Við trimum guitaristum, og Bruce Dickinson á odda, fóru Iron Maiden á eina útselda konsertferð í USA.

Fyri fáum døgum síðani kom so útgávan sum skal prógva at Iron Maiden framvegis kunnu kalla seg heimsins besta tungmálmsbólk. Brave New World er heitið á útgávuni, tikið frá bókini hjá Huxley við sama navni. Henda fløga er líka trúgv móti upprunanunum, sum ein muslimur móti koranini. Iron Maiden gera á hesi útgávuni tað teir duga best, nevniliga at spæla Iron Maiden. Einasta broyting í ljóðmyndini er at tað hevur eydnast framleiðaranum, Kevin Shirley, at framganda eitt trummuljóð, sum veruliga vil nakað. Vanligt trummuljóð hevur verið ein trupulleiki hjá Iron Maiden líka frá fyrsta degi.

Spennandi verður at hoyra um Iron Maiden, við sterkastu manning, megna at halda skútuni flótandi nú vit eru farin inn í eitt

nýtt ártúsund, har rapp og rennifjala punk, eru ráðandi kreftirnar á alltjóða tónleikapallinum. Respekt!