Allir flokkar samdir um Kyoto

Tað hevur gingið striltið at fáa politisku skipanina at taka umhvørvispolitikk í álvara. Men nú er framgongd at hóma. Allir flokkar siga seg nú vilja virka fyri betri umhvørvi. Áhugi er eisini fyri uppskoti frá John Johannessen um serligar umhvørvissamtyktir fyri Føroyar

John Johannessen,
Løgtingsmaður
www.john.fo

Undir orðaskiftinum í løgtinginum hósdagin søgdu framsøgufólk fyri allar flokkar seg vera sinnað at taka ítøkilig stig at minka um luftdálkingina og seta Kyoto-avtaluna í gildi fyri Føroyar. John Johannessen kom við uppskoti um serligar umhvørvissamtyktir fyri Føroyar. Hesum var somuleiðis áhugi fyri.

Undan løgtingsvalinum boðaði Javnaðarflokkurin frá, at átøk at minka um luftdálkingina og virkin umhvørvispolitikkur annars fóru at vera ítøkiligur partur av arbeiðsætlan floksins. Henda vilja eydnaðist flokkinum eisini at fáa í samgonguskjalið.

Konkret úrslit
Hóast tað hevur verið tungur burður at fáa nakað at henda á hesum øki, hava áhaldandi áminningar floksins givið positivt úrslit. Í øllum førum eru allir flokkar nú farnir at siga seg taka umhvørvispolitikk í álvara. Harumframt verður nýggja umhvørvisvinarliga elveitingarlógin eisini ítøkiligt úrslit av valskrá Javnaðarfloksins.

Útpurring
Hósdagin viðgjørdi løgtingið eina áheitan frá Tjóðveldisflokkinum á landsstýrið, um at taka ítøkilig stig fyri, at Kyoto-avtalan um at minka um luftdálkingina kann verða sett í gildi fyri Føroyar. Hetta var ein frálík útpurring til samgonguna og løgtingið annars. Ógvuliga gott og mennandi orðaskifti spurdist burtur úr uppskotinum og góð líkindi eru fyri, at alt løgtingið kann semjast um ítøkilig stig umhvørvinum at frama.

Umhvørvissamtyktir
Góð undirtøka var eisini fyri uppskoti frá mær, um at seta nakrar serligar umhvørvissamtyktir í gildi fyri Føroyar. Hann vísti á, at fyri nøkrum árum síðani var kalda kríggið stórsta hóttanin móti heimssamfelagnum. Tá tók Føroya Løgting fleiri ferðir støðu gjøgnum løgtingssamtyktir, millum annað um, at Føroyar skuldu vera uttanveltaðar og at Føroyar skuldu vera kjarnorkuvápnafrítt øki. Hesar samtyktir hava allir flokkara á løgtingi síðani kent seg bundnar at.

Nú er umhvørvisdálking ein tann stórsta hóttanin móti heimssamfelagnum. Tí hevði tað eisini verið rætt, um Føroya Løgting nú tók støðu og kendi seg bundið at hesi støðu.