Allir flokkar skriva undir semjuskjal um Suðuroyartunnilin

Í morgin verður tíðindafundur, har kunnað verður um verkætlanina Suðuroyartunnil.

Okkurt bendir á, Suðuroyartunnilin nærkast.

 

Í kvøld er kunningarskriv sent miðlum, har boðið er til tíðindafund í Tinganesi í morgin fyrrapartin.

 

Løgmaður fer á tíðindafundinum at kunna um verkætlinaina Suðuroyartunnil við tunnils- og vegakervum, verður sagt í innbjóðingini frá Løgmansskrivstovuni til miðlar.

 

Forvitnislgt er eisini, at sagt verður, at "umboð fyri allar flokkar í Løgtinginum fara at skriva undir semjuskjal."