1. Jens Martin Knudsen, 30 ár 43 landsdystir/0 mál. Hevði ikki so nógv at gera, sum hann ofta hevur havt ímóti so góðum mótstøðuliðum, men sjálvsálitið lýsti av honum bæði á strikuni og í luftrúminum. Sparkaði onkra ferðina skjøtisleyst út, og hevði stutt fyri hálvleik, tá tað framvegis var 2-0, framúr góða beinbjarging, tá teir royndu úr seks metrum.
2. Óli Johannesen, 25/32/1. Høvuðssetningurin var at ansa Pizzi, sum var fremsti maður hjá spaniumonnum. Var sum altíð nærlagdur í verjupartinum, var onkuntíð hægstur, tá tvørbóltar komu, ofraði seg í onkrari skotstøðu, og spældi skilagott frá sær. Var ikki frammi við hesa ferð. Gjørdi trý tøtt fríspørk í 1. hálvleiki, men slapp undan kortinum.
3. Jens Kristian Hansen 26/21/2. Var fluttur av vanliga miðvallarplássinum í vinstru og meiri mitt á, har hann oftast var miðverji. Tók sær av øðrum av teimum báðum álopsspælarunum, sum kom í aðru røð, og sum hinir í miðverjuni stóð hann seg stak væl. At hann harafturat skoraði besta málið í Gijón leygarkvøldið var krúnan á verkinum.
4. Pól Thorsteinsson 23/7/0. Tók sær av øðrum álopsmanninum í aðru røð og stóð seg stak væl. Var sera nærlagdur í eftiransingini, blokeraði tvær dyggar skotroyndir, var neyvur í taklingunum, visti nær tað var neyðugt at rudda upp, og spældi skilagott frá sær. Tað er næstan ófatuligt at ein nýggjur maður skal gerast so fastur maður eftir bara einum hálvum ári.
5. Øssur Hansen 26/28/1. Var ikki so eyðsýndur fyrstu løtuna, sum hann ofta hevur verið, men spældi seg væl upp. Mótstøðumenninir komu ógvuliga sjáldan ígjøgnum í hansara síðu. Var ikki so álopssinnaður, sum hann oftast hevur verið, og samanspælið við Julian fall ikki so nátúrligt, sum tað hevur gjørt saman við Jens Kristiani. Varð skaddur undir síðuni, tá hann fór út lítið koter fyri leiklok.
6. Jan Dam 29/36/1. Var tryggur á aftasta manni. Hevði myndugleikan, sum skal til, og setti tvær ferðir væl eydnaðar rangstøðufellur. Skal nakað takast frá, so má tað vera sendingin, sum hevði fyrsta málið við sær.
7. Magni Jarnskor 28/26/0. Var settur at tetta tóma plássið í høgru, og tað megnaði liðformaðurin væl. Spældi tað besta hann nakrantíð hevur spælt á landsliðnum. Samstarvið við hinar í verjuni og á miðvøllinum riggaði væl, og sum oftast vóru støðurnar góðar. Onkra ferðina seldi Magni seg ov frammarlaga, og tvær ferðir bóru seinar taklingar vandamikil fríspørk við sær. Dugdi væl at bjóða seg til í samanspælinum og var kringur at fáa innkøst og okkurt frísparkið.
8. Julian Johnsson 22/18/1. Miðvallarin, sum nógvar tær seinastu ferðirnar hevur verið mitt á, var hesa ferð fluttur meiri út í vinstra borð. Stríðsviljin var, sum hann altíð hevur verið, men bundna uppgávan í vinstru hevði við sær, at Julian ikki var uppií so nógvum, og útspørkini frá Jens Martini raktu ikki so ofta høvdið á Juliani, sum tey plaga at gera.
9. Jan Allan Müller 28/33/4. Hevði ótakksomu uppgávuna at vera á toppinum ímóti tveimum sterkum miðverjum. Arbeiddi nógv og kendi sínar verjuuppgávur. Stríddi seg til fyrsta hornasparkið í dystinum og til frísparkið, sum bar føroyska málið við sær. Hevur ikki skjótleikan, sum hevði komið væl við í kontraspælinum. Fekk gult kort og var rættiliga rísin inn á dómaran. Var seinni í fyrra hálvleiki nær við at fáa eitt gult kort afturat.
10. Sámal Joensen 22/4/0. Tók av tá hann fyrstu ferð fekk møguleikan frá fyrsta bríksli. Vísti eyðkendu stríðsevnini, og hevði nóg mikið av sjálvsáliti til at halda uppá bóltin og til at bjóða seg til í samanspælinum. Var akkurát ov seinur at takla heilt afturi í høgra borði, tá innleggið til síðsta spanska málið varð sent innfyri.
11. John Petersen 25/14/1. Var annar álopsmaðurin og hevði stórar verjuskyldur. Arbeiddi nógv, og fekk nógv av skafti, tá tað ráddi um at skerma av, í nærdystunum og tá bólturin skuldi varðveitast, so hinir kundu koma longri fram. Varð skaddur seint í 1. hálvleiki og noyddist at fara út heilt tíðliga í 2. hálvleiki.
14. Ingi Rasmussen 29/2/0. Tíðin skuldi ganga, tá Ingi fyri fyrstu ferð kom inn í HM undankappingardyst, tá bara ein minuttur var eftir.
15. Jens Erik Rasmussen 29/25/2. Endiliga eydnaðist tað hjá nýggja útisetanum at koma á landsliðið fyri 25. ferð. Fall sera væl inn í samanspælið og dugdi væl at halda uppá bóltin og at fáa fríspark burturúr, tá trýstið gjørdist ov stórt.