Eli var væl nøgdur við avrikið mikukvøldið, og hann ásannaði, at nú so nógvir profilar eru skaddir, er tað neyðugt hjá VÌF, at teir spæla sum ein eind, sum hann málbar seg.
Spurdur, um tað ikki sá heilt gott út hjá VÍF, nú teir eru seks stig á odda undan dystinum millum Kyndil og StÍF, sigur Eli:
- Jú, tað sær heilt gott út. Vit kunnu klára okkum við at vinna tveir dystir og spæla ein javnan. Men vit ætla okkum tó at vinna allar dystirnar, sum eru eftir, sigur sterki málverjin hjá VÍF.
Eli ásannar tó, at soleiðis sum kappingin hevur roynst í ár, so er eingin dystur lættur.
- Tað vísir seg, at allir dystir eru truplir, og øll liðini kunnu taka stig frá hvørjum øðrum í ár, og øll liðini stríðast væl, heldur hann.
Um sjálvan dystin mikukvøldið sigur Eli, at tað var ikki nakar væl spældur dystur.
- Tað vóru nógvir tekniskir feilir allar 60 minuttirnar, og bæði liðini mistu nógvar bóltar og gjørdu nógvar feilir, sigur Eli.
Sjálvur hevur Eli verið nógv skaddur í ár, og tá ið kappingarárið er liðugt, verður hann lagdur undir skurð fyri skaða í økslini. Eli greiðir frá, at hann spælir við einum serligum bindi, og hóast hann hevur eitt sindur av pínu, so verður hann við teir dystirnar, ið eru eftir í ár.