Stefan í Skorini
Statoil kring Føroyar fór av bakkastokki í Klaksvík í gjár, og fyri fyrstu ferð hava fleiri súkklarar alment tikið seg saman í eitt lið, sum vit kenna tey frá teimum stóru súkklukappingunum sum Tour de France og Giro d´Italia.
Teir føroysku fjølmiðlarnir vórðu týsdagin bodnir til ein tíðindafund í Tjarnalág, men ikki varð greitt nærri frá, hvat hesin fundurin skuldi snúgva seg um. Tað loyndarfulla var, at fimm súkklarar høvdu tikið seg saman í eitt lið, har teir skulu hjálpa hvørjum øðrum í kappingini.
Rógvi skal vinna
Tað er eingin loyna, at uppgáva hjá Team Shell er at syrgja fyri at Rógvi endurvinnur kappingina. Um tað miseydnast hjá Rógva so skal tann næsti føroyingurin, Gunnar Dahl-Olsen, taka yvir ta bláu Statoil troyggjuna, sum førarin er í. Teir á Team Shell leggja dent á, at teir koyra fyrst og fremst fyri liðið og liggja ikki í sjálvdrátti.
Í Team Shell eru savnaðir nakrir av teimum bestu súkklarunum, sum eru við í Statoil kring Føroyar. Hetta er gjørt fyri at binda um heilan fingur, sum teir sjálvir siga. Á henda hátt kunnu teir eisini verja seg ímóti øðrum súkklarum, sum óalment koyra saman.
Í fjør var støðan tann, at Bogi Kristiansen og nakrir danskir súkklarar koyrdu saman ímóti Rógva Johansen, men hann megnaði at vinna hóast tað. Hesum vil kanska serliga Rógvi ikki vera úti fyri enn einaferð, og tí hevur hann verið við til at stovna hetta liðið.
Góðir súkklarar
Í Team Shell eru umframt føroyingarnar Rógva Johansen og Gunnar Dahl-Olsen eisini tríggir danir. Teir eru Jørgen Andersen, Janus Jørgensen, sum báðir koyra í A-bólkinum hjá Cycling Aarhus, og Simon Borchmann. Síðst nevndi varð mettur at vera ein av størstu hóttanunum hjá Rógva, men nú eru teir á sama liði, so nú kann hann ístaðin gerast ein hollur stuðul hjá Rógva. Simon Borchmann hevur tað mest áhugaverdu fortíðina sum súkklari, og hann hevur verið professionellur.
Um ein kann loyva sær at tosa um nakra hóttan hjá Team Shell, so má tað vera Johan Brend, Kenneth Gormsen úr Gladsaxe og Jens Tousgaard úr Rødovre, sum hevði ein møguleika at vinna í fjør. Hann var tó so óheppin at ketan slitnaði, og hann misti ov nógva tíð av hesum. Hesir tríggir kunnu væntast at fara at koyra saman, sjálvt um teir ikki hava boðað frá hesum frammanundan.
Eingin kapping
Vandin við hesum liðnum er, at als eingin kapping verður í, og onkur vil vera við, at Rógvi er kosin vinnari av Statoil kring Føroyar, longu áðrenn kappingin er farin í gongd.
Hetta verður tó víst aftur, og teir á Team Shell vænta, at kanska serliga Jens Tousgaard við teimum báðum Gladsaxe monnunum aftanfyri seg fer at gera nógv um seg. Jens Tousgaard var sera óheppin í fjør, og hann vil óivað vísa nakað meir hesuferð.
Føroyingarnir á Team Shell vóna, at stigið, teir hava tikið, verður við til at hækka støðið í kappingini. Næsta ár verða kanska fleiri lið við, og tað hevði verið gleðiligt.
Rógvi Johansen sigur, at teir gjarna vilja vera við at geva teimum ungu súkklarunum fyrimyndir, og tað vóna teir fer at eydnast við hesum tiltakinum.
Statoil kontra Shell
Tað kann við fyrsta eygnakast tykjast eitt sindur provokerandi at gera eitt Shell lið til eina Statoil kapping, tí hesar fyritøkur eru kappingarneytar á teirra øki. Í fjør var eisini onkur trupulleiki við øðrum stuðlum, men í ár skuldi hetta verið nakar trupulleiki.
Á Statoil sigur Hans Waag, at tað bara er gleðiligt, at fleiri vilja stuðla súkkling í Føroyum. Hans Waag sigur eisini, at Statoil við hesum hevur verið við til at lyfta súkkluítróttin upp á eitt hægri støði, og teir bjóða øðrum stuðlum vælkomnum.
Statoil hevur eisini tryggjað sær, at teir tríggir, sum koma fyrst á mál, fáa blómur handaðar, meðan teir eru í Statoil troyggjum og keppum.