Tað vóru 74 hvalir, sum løgdu beinini í grindini í Vági seinnapartin í dag. Seðlarnir koma út á havnarlagnum í Vági klokkan sjey í morgin árini og tað verður skift til alla Suðuroy sigur Jaspur Vang, sýslumaður. Skinni eru ikki tald, so enn er ikki vist, hvussu nógv verður upp á partin.
Grindin varð funnin inni á Hovsfirði beint eftir klokkan 16 í dag og tað gekk gott at reka hana til Vágs, har hon varð hildin til tveir tímar seinni.