Allir suðuroyingar fáa grind í dag

Seðlarnir koma út á døgverða, ella beint eftir døgverða

Í gjárkvøldið legði ein grind beinini í Vági. Grindin var funnin á Víkarfirði um átta tíðina í gjárkvøldið. Tá var ein bólkur av springarum uppi í, men teir vórðu skildir burtur úr og so varð roynt at fáa rakstur á grindina. Tað gekk strilti í fyrstuni, men so kom gongd á, og grindin varð rikin til Vágs, har hon varð hildin til klokkan 22.30.  Drápið gekk skjótt og væl.  

 

Mett var, at hon var um eini 60 hval, men tað hilnaðist betur enn tað, tí tað eru 119 hvalir merktir. Japur Vang, sýslumaður, sigur, at skift verður til alla oynna og at seðlarnir koma út á døgverða, ella beint eftir døgverða.