Í framtíðini kunnu allir undirsjóvarunlarnir í Føroyum verða lagdir í eitt og sama felag, sum so fer at umfata fýra undirsjóvartunlar, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Kann tað styrkja fíggjarliga grundarlagið undir ætlanini at gera Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin, er hetta ein leistur, fleiri politikarar taka undir við,
Tað varð greitt á fundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, har nógv umrødda tunlasemjan hjá øllum flokkum á tingi, varð løgd alment fram.
Í summar er alt lánið í Vágatunlinum goldið og um heilt fá ár er eisini Norðoyatunnilin skuldarfríur.
Politiskur tvídráttur hevur tikið seg upp um, hvussu skal vera við bummgjaldinum, tá ið tunlarnir eru goldnir.
Summir politikarar krevja, at so skal tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum teir, tí páhaldið er, at tað er ein politisk avtala.
Øll eru ikki samd í hesum og onnur hava borið upp á mál, at verða allir undirsjóvartunlar lagdir í eitt felag, verður talan um eitt so sterkt felag, at tað fer at bera til at fáa bíligari fígging til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Somuleiðis kann bummgjaldið lækkast, tí tá er talan um eina samhaldsfasta skipan, har eisini tey, sum buúka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin halda fram at rinda bummgjald – um ikki annað, so eitt sindur í bummgjaldi.
Hetta er ikki ein ein partur av politisku tunlasemjuni um Eysturoyartunnilin og Vágatunnilin.
Men tá ið politikararnir verða beinleiðis spurdir um hetta er ein møguleiki, svara fimm av sjey politikarum, sum vóru til staðar, at tað er tað.
Gerhard Lognberg, sum er uttanflokstingmaður sigur, at hjá sær er tað eingin trupulleiki at Norðoyatunnilin og Vágatunnilin rinda eitt sindur av tí, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin kosta.
Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, staðfestir, at tað, sum er altavgerandi, er, at hesir báðir nýggju tunlarnir verða gjørdir. Og er hetta tað, sum krevst fyri at gera teir, heldur hann, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu í sama felag.
Poul Michelsen úr Framsókn svarar stutt og greitt, ja, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er púra samdur tí hann hevur slett einki ímóti at leggja allar tunlarar í eitt felag.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at tað er ikki hetta, sum liggur semjuni, sum nú er gjørd. Men broytast fortreytirnar munandi, so at tað verður neyðugt, kann tað saktans henda, leggur hann aftur.
Høgni Hoydal, sum er formaður í Tjóðveldi, heldur avgjørt, at tað hevði verið gagnligt at havt alt í einum felag. Fyri at styrkja felagið átti mann sjálvandi at kunna lagt allar tunlarar í eitt felag, sigur hann.
Les eisini: Undirsjóvartunlar fyri Løgtingið í næstu viku
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, og landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur nei. Men hann vísir ikki til pahaldið um, at tað er ein avtala, at bummgjaldið í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum skal avtakast, tá ið tunlarnir eru goldnir. Ístaðin vísir hann til samráðingarnar, sum skulu vera um fíggingina til Eysturoyartunnnilin og Sandoyartunnilin. - Vit skulu samráðast við lánveitarar, so er tað óbúgvið at kunngera, at vit vilja veita alla møguliga trygd. - Hetta liggur ikki í tunlasemjuni, so svarið er nei, sigur Jørgen Niclasen.
Les eisini: Spara nógva tíð at sleppa til Havnar
Eisini Alfred Olsen, formaður Sambandsfloksins á tingi, og formaður í Vinnunevndini, sigur, at hetta er ikki tað, sum liggur í kortunum nú, so svarið er nei.
Myndin er frá fundinum í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, har politikararnir eru, frá vinstru: Gerhard Lognberg, Kári P. Højgaard, Poul Michelsen, Jenis av Rana, Aksel V. Johannesen, Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal.
Sí fleiri myndir frá fundinum við at trýsta HER |