Almenn áheitan til løgmann, samgonguna og føroysku fólkatingsumboðini: Tøgn er viðvirkan

Almenn áheitan til løgmann, samgonguna og føroysku fólkatingsumboðini um at fordøma krígsbrotsverkini, sum Ísrael fremur í Gasa og at arbeiða fyri eini varandi vápnahvíld og politiskari loysn uppá støðuna.

Støðan í Gasa

 

Vit eru mong, sum eru ørkymlaði og stúrin um humaniteru katastrofuna, sum valdar í Gasa. Yvir 16.000 sivil fólk eru skrásett dripin í Gasa inntil víðari. Harafturat verður mett, at fleiri

 

túsund liggja undir gróti, so samlaða talið av dripnum er allarhelst væl yvir 20.000.

 

Alskins mannarættindi og krígsbrotsverk eru og verða dagliga brotin. Veiting av mati, vatni, heilivági og brennievni til Gasa er kvett, og mett verður, at næstan 1,9 milliónir palestinar eru tvingaðir at rýma úr sínum heimi (80% av íbúgvatalinum). Yvir 100 starvsfólk hjá ST og yvir 70 miðlafólk eru dripin. Heilsumiðstøðir, skúlar, sjúkrabilar og sjúkrahús eru fyri bumbuálopum, samstundis sum tørvurin á bráðfeingishjálp er alsamt vaksandi.

 

Antonio Gutteres, ST-aðalskrivarin, hevur í fleiri vikur heitt á Ísrael um at gevast við álopunum uttan úrslit, og í gjár, 6. desember, valdi hann at brúka grein 99 í ST sáttmálanum.

 

Eisini hjálparfelagsskapir á staðnum, so sum Medecins Sans Frontiers (Læknar Uttan Landamørk), og fleiri mannarættindaserfrøðingar hava leingi ávarað um, at ísraelska stjórnin eftir øllum at døma er farin undir eina etniska útreinsan og eitt fólkadráp av palestinska fólkinum. James Elder, sum er talsmaður fyri UNICEF, rópar eisini neyðarróp og minnir heimssamfelagið á, at tøgn er viðvirkan.

 

Føroyar fyri varandi vápnahvíld

 

Vit kunnu ikki longur góðtaka, at Føroya fólkavaldu myndugleikar ikki úttala seg um hesa vanlukkuligu støðuna og gera sítt fyri at ávirka støðuna, har teir kunnu.

 

Vit krevja, at Føroyar sum land fordømir krígsbrotsverkini, sum Ísrael fremur í Gasa, og aktivt arbeiðir fyri eini varandi vápnahvíld og politiskari loysn uppá støðuna.

 

Átrokandi áheitan til Sjúrð Skaale og Onnu Falkenberg

 

Í dag, hósdagin 7. desember, fer eitt borgarauppskot til fyrstu viðgerð í fólkatinginum, sum hevur yvirskriftina “Danmark skal fordømme israelske krigsforbrydelser i Gaza, øge bistand til Palæstina og arbejde for en politisk løsning på konflikten.”

 

Tórshavn, 7. desember 2023

 

Vit vilja staðiliga heita á Sjúrð Skaale og Onnu Falkenberg, um at vera á røttu síðuni av søguni og brúka sín sess til at stuðla hesum uppskotinum.

 

Áheitan til Aksel V. Johannesen og samgonguna

 

Somuleiðis vilja vit heita á løgmann og samgonguna um alment at fordøma álopini, sum ísraleski herurin fremur á sivil fólk í Gasa, líka sum samgongan fordømdi ræðuliga álopið á sivil fólk, sum Hamas framdi, tann 7. oktober.

 

Vit vilja eisini heita á Aksel V. Johannesen, í sínum embæti sum løgmaður Føroya fólks, alment at geva statsministara okkara, Mette Fredriksen, boð um, at ríkisfelagsskapurin í stundini eigur at krevja eina varandi vápnahvíld í Gasa.

 

Til síðst heita vit á løgmann um at lata føroysku sendistovuna í Ísrael aftur og kalla øll okkara sendifólk í Ísrael heim. Føroyar hava einki at gera í einum landi, sum fremur fólkadráp og útinnir apartheid.

 

----

 

Arbeiðsbólkurin handan átakið Samhugi við Palestina