Almenna Tunlafelagið, sum skal standa fyri arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, verður sett á stovn fyrsta dagin.
- Tað kann verða í morgin sum ein annan dag, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
Tað er Vinjard Johansen, sum hevur sætið á tingið fyri Miðflokkin beint nú, sum vil hava at vita frá Jørgen Niclasen, nær partafelagið, sum skal gera undirsjóvartunlarnar, verður sett á stovn.
Jørgen Niclasen sigur, at beinanvegin Løgtingið samtykti at stovna partafelagið, fóru tey undir at gera eina starvsskipan og í løtuni verður greiða fingin á, hvør skal verða grannskoðari.
Arbeiðið at grannskoða felagið, varð boðið út og nú verða tilboðini kannað.
Tá ið felagið er stovnað og nevndin vald, skal stjóri setast og so verður farið undir arbeiðið.
Nakrar kjarnuboringar eru eftir at gera, men longu í vár varð Landsverk biðin um at kanna, hvat tað kostar, so at tunlafelagið í hvussu so er ikki skal bíða eftir teimum upplýsingunum.
Miðað verður eftir at gera tær kjarnuboringarnar í ár, men tað er ikki vist at tað eydnast.
Privata felagið, sum upprunaliga ætlaði sær at gera Eysturoyartunnilin fyri nøkrum árum síðani, gjørdi fleiri kanningar og landsstýrismaðurin sigur, at nú skulu samráðingar vera við tað felagið um at keypa teir upplýsingarnar.
- Verða teir upplýsingarnir ikki fingnir til vega, verður arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin seinkað upp til eitt ár, upplýsir Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í tunlamálum.
|