Reidar Nónfjall
Eitt hall á fíggjarlógini uppá 3-7% av BTÙ eigur at seta allar ávar¬ingar¬lampur at lýsa hjá landsstýrinum og er at meta sum eitt vandamál. Tað er ikki bara hall í sær sjálvum og fíggingin av einum halli, sum er kritiskt - tað er líka nógv vantandi raðfesting av rakstrarútreiðslum og íløgum, herundir at alt ov stórar fíggjarligar bindingar verða gjørdar í ?skeivar? rakstrar¬útreiðslur, sum minka um møgu¬¬leik¬ar¬nar at økja vælstandin í sam¬felagnum.
Búskaparliga útgangsstøðið 2005 - krepputekin
Fíggjarliga orkan hjá tí almenna er nógv tengd at vinnuliga virkseminum í sam¬felagnum. Tí eigur fíggjar¬politikkurin at taka hædd fyri búskaparligu gongdini, úrslit¬unum og útlitunum í vinnuni.
Búskaparliga støðan í Føroyum er nógv merkt av stagnatión og niðurgongd. Greið krepputekin eru í føroyska búskapinum, eitt nú hevði landskassin eitt hall á fíggjarlógini 2004 uppá 152 mió.kr og fiskavirkini á landi høvdu eitt hall uppá 25 mió.kr. í 2004. Um so er, at ongi tiltøk verða sett í verk at fremja skerjingar í almennum tænastum og bygnaðarligar umleggingar innan allan tann almenna sektorin, eru útlitini fyri 2005 og 2006 vánalig, og roknast kann tá við einum halli uppá 300-700 mió.kr. á fíggjarlógini, svarandi til umleið 3-7% av BTÙ. Til samanberingar kann nevnast, at danska fíggjar¬lógin vantandi fer at vísa eitt avlop uppá 1,8% av BNP í 2005. Útlitini fyri danska búskapin eru ein solid búskaparlig framgongd við stórum vøkstri í vinnu¬íløgum og vøkstri í útflutninginum. Sama búskaparliga framgongdin ger seg galdandi í Svøríki og Norra
Politiskt eru ongi tekin um, at henda álvarsliga búskapargongdin í Føroyum hevur ávirkan á førda búskapar¬politikkin og onnur politikøkir hjá tí almenna - tað koma als ongi signalir til leiðslur og borgarar, um nakað at rætta seg eftir. Tað er eisini sera óheppið, at tá so tiltøk langt um leingi verða sett í verk, ja so verða eisini vælvirkandi tænastur raktar og lagdar í sorl.
Tað er vanligt og náttúrligt, tá lond eru á veg í krepputíðir og í krepputíðum, at framd verða tiltøk og rationaliseringar innan tað almenna. Í kreppuárunum í Føroyum í tíðar¬skeiðnum 1991-1995, vórðu hesar upp¬gávur loystar og dikteraðar av donskum em¬bætis¬¬monnum og serfrøðingum frá IMF. Í hesum sama tíðarskeiði vórðu allar føroyskar kommunur settar undir umsiting av landsstýrinum.
Spurningurin er um føroyskir politikarar hava leiðsluligan førleika og dirvi at útinna kreppu¬¬leiðslu, tvs. skapa ella tryggja stabilitet í samfelagnum í einari slíkari álvarsligi støðu, sum er íkomin í føroyska búskapinum. Søgan vísir, at tað hava teir ikki og tí er øll orsøk til at fata hesa búskaparligu gongdina og støðuna sum sera álvarsliga. Vant¬andi politisk útspæl og ongi búskaparpolitisk mál kunnu seta enn meira ferð á eina kreppu¬¬tilgongd.
Búskaparpolitisk mál og amboð
Tað er í løtuni ikki gjørligt at síggja, hvørji fíggjarpolitisk mál landsstýrið hevur sett sær og hvussu fíggjarpolitisku amboðini verða brúkt.
Fíggjarlógin er høvuðsamboðið hjá politisku myndugleikunum at útinna ætlaða fíggjar¬poli¬tikkin. Á fíggjarlógini eigur td. at síggjast, hvussu útreiðslubygnaðurin hjá tí almenna politisk verður ásettur og hvørji mál eru sett til innrættingina av almenna sektorinum uppá styttri og longri sikt. Fíggjarlógin skal eisini vísa og innihalda mál um, hvussu landið útvegar sær inntøkur í løtuni og uppá longri sikt.
Tað eru hundratals kontoir á fíggjarlógini, sum ávirka búskaparligu gongdina hvør í sínum lagi ella hava onga tænastuliga ávirkan, eru óneyðugar ella eru gloymdar. Tí er neyðugt, at tað fyrst verða løgd mál og strategi fyri almenna sektorin (land og kommun¬ur), og at hetta sæst aftur í innihaldinum í árligu fíggjarlógini og tí planlegging, sum fer fram í tí sambandi, og síðan tí stýring sum byrjar 1. januar á hvørjum ári. Tað fyriliggur í Føroyum eitt nú ongin langsiktað rakstrarætlan og íløguætlan fyri land og kommunur, sum politiskt verður fylgd. Eitt valskeið er ikki nóg mikið strategiskt at arbeiða útfrá í einum samfelag og einari dynamiskari umverð.
Búskapar¬¬politisku málini eru van¬liga:
?Búskaparligur vøkstur (nýggjar vinnur, økt produktión, virðisøking o.a.)
?Øll í arbeiði (burtursæð frá td. friktiónsarbeiðsloysi og konjunkturarbeiðsloysi)
?Prísstabilitetur (lág inflatión)
?Javnvág á gjaldsjavnanum
?Umhvørvi - herundir umsitingin av okkara tilfeingi.
Tað ber ikki til at náa øllum hesum málum til fulnar samstundis. Tí má gerast eitt politiskt val og raðfesting útfrá galdandi for¬treytum, um hvørji av málunum eiga at veljast og raðfestast ovaligari enn onnur og innan hvat tíðarskeið. Nøkur av málunum taka longri tíð enn onnur at gjøgnumføra, og ymiskt er, hvørji amboð eiga at brúkast til at náa málunum. Skal td. tað almenna verða við til at seta gongd á búskaparliga vøksturin og nær, hvussu leingi, á hvønn hátt og í hvussu stóran mun.
Hetta eru tey generellu málini, sum onnur deilmál eiga at setast útfrá. Hetta merkir, at skal tað almenna td. verða við til at skunda undir búskaparligan vøkstur kann hetta gerast við selektivum skipanum og tiltøkum, sum møgu¬liga kunnu avmarkast og avtakast eftir tilætlað úrslit. Tryggjast kann, at bara almennar lønartungar íløgur verða settar í verk, sum skapa nógv arbeiðs¬¬pláss og for¬treytir fyri at menna verandi og nýggjar vinnur.
Búskaparligur vøkstur
Tað eru nakrir undirliggjandi faktorar, sum ávirka búskaparliga vøksturin - sonevndir drivarir. Hesir kunnu td. verða vinnulig førleikamenning hjá leiðslum og starvsfólkum í vinnuni, vinnulig nýskapan, íverksetaraskipanir, globalisering og informations- og kommunika¬tiónstøkni (ICT).
Landsstýrið eigur skjótast gjørligt at leggja eina langsiktaða strategi fyri búskaparliga vøksturin.
Viðmerkjast kann, at td. lægri persónskatturin í 2005 hevur onga effekt havt ella fer at fáa á búskaparliga vøksturin ella skapa arbeiðspláss. Henda skattalækking í 2005 hevur havt við sær, at privata nýtslan er økt og tilsvarandi er innflutningurin øktur eftir hesum nýtslu¬vørum - inn¬lendski eftirspuringur hevur ikki havt við sær hægri íløgur og stovnan av fleiri virkjum í útflutnings¬vinnuni. Langsiktaða ávirkanin av skattalættanum, alt annað líka, er stórt hall á fíggjarlógini.
Hinvegin hevði tað givið meining, at td. partafelagsskatturin varð settur til 0% komandi 5-10 árini. Hetta hevði havt við sær, at føroysku virkini betri kundu kappast um menning av nýggjum vørur og tænastum og landskassin fekk aftur inntøkur frá skatti av lønum.
Øll í arbeiði
Í Føroyum er nakað, sum bendir á, at vit komandi árini hava fingið eitt strukturelt arbeiðsloysi, tvs. har tað ikki uttan víðari ber til at flyta fólk úr einari vinnu í eina aðra (tað eru ongar nýggjar vinnur og talan er oftast um at flyta ófaklærda arbeiðsmegi, sum skal skúlast, áðrenn henda kann brúkast í meira vitanartungum vinnum). Hetta eigur tað almenna at taka hædd fyri í langsiktaða fíggjar¬poltikkinum, eitt nú at steðga stuðli til vónleys projektir og skipanir, men heldur skapa betri karmar og skipanir, fyri eitt nú íverk¬setarar, sum kunnu skapa nýggjar útflutnings¬vinnur og arbeiðspláss.
Prísstabilitetur (lág inflatión)
Tað almenna eigur ikki at ganga undan í at hækka prísirnar á framleiðslufaktorunum í samfelagnum (løn) - tí vanliga verður hetta gjørt uttan tilsvarandi vøkstur í produktivitetinum ella hægri góðsku. Føroyskar vørur og tænastur hava í flestu førum lutfalsliga ikki stórt vitanarinnihald og kappast á marknaðum við ?deyðiligari? kapping, har ávísir faktorar kunnu hava avgerðandi týdning fyri at klára seg. Tí er neyðugt at vísa afturhaldi í lønarvøkstrinum, so leingi vit ikki kunnu selja aðrar vitanartungar vørur og tænastur, sum geva nógv av sær í lønum til framúr kompententar leiðslur og starvsfólk.
Umhvørvi - umsiting av tilfeingi
Fiskivinnan er høvuðsvinna í Føroyum og tí er neyðugt at fara væl um henda partin av ríki¬døminum, her verður hugsað um veiðutrýst og dálking av havumhvørvinum.
Ekspansivur kontra kontraktivur fíggjarpolitikkur
Tað er onki í vegin fyri, at tað almenna ella landsstýrið velur at brúka fíggjarpolitikkin til at ávirka og stýra einari ynskiligari búskaparligari gongd. Tað er kortini ógjørligt at síggja í løtuni, hvat slag av politikki veruliga verður førdur - í løtuni verður førdur ein fíggjarpolitikkur, sum minnir um ekspansivan fíggjarpolitikk við halli á fíggjarlógini, men uttan mið og mál. Kunnu vit so næsta ár roknað við tí øvugta ella einum kontraktivum fíggjarpolitikki, og hvørjar avleiðingar fær tað.
Yvirtøkur av málsøkjum og nýggjar útreiðslur
Landsstýrið hevur sett sær fyri at yvirtaka nýggj málsøkir frá danska statinum, eitt nú kirkjan, løgregla o.a. Samstundis er ríkisveitingin minkað við 30%. Hetta eigur at leggjast oman á hallini á fíggjarlógini.
Sterkari búskaparlig stýringarambað hjá tí almenna
Landsstýrið eigur at leggja fyri Føroya Løgting eina broyting í stýrisskipanarlógini, sum ásetur, at landsstýrið, sum útgangspunkt, ikki fær loyvi at leggja fyri tingið eina fíggjar¬lóg fyri landskassan, sum gevur hall. Um so er, at landsstýrið ætlar at leggja eina fíggjarlóg við halli fyri løgtingið, skal hetta gerst við serligum grund¬gevingum og saman við ítøkjuligum ætlanum um, hvussu búskapurin kemur í rættlag aftur.
Harafturat eigur at ásetast í stýrísskipanarlógini eitt hámark fyri skuldarbining av lands¬kassa¬num.
Samanumtikið eigur landsstýrið at leggja eina langsiktaða búskaparstrategi fyri almenna sek¬tor¬in, herundir eisini fígjarliga virksemi í føroysku kommunum. Møgu¬leikarnir fyri rationaliseringum og umlegginum innan almenna sektorin eru nógvir, men tað hastar.