Tær almennu tænasturnar kosta meira at framleiða í Føroyum enn bæði í Danmark og Íslandi. Tað vísir nýggj greining frá Hagstovu Føroya.
Í greining, hvørt tað almenna er størri í Føroyum enn í Danmark og Íslandi, eru tveir mátistokkar settir upp fyri at meta um hetta.
Fyrri spurningurin er hvussu nógv av landsins tilfeingi fer fram til at framlkeiða almenu tænasturnar. Tá verður almenna nýtslan mátað í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, BTÚ.
Hin spurningurin er hvussu nógvar av inntøkum landsins tað almenna ræður yvir til bæði at framleiða almennar tænastur fyri, at gera íløgur fyri, at veita vinnustudningar við og at javna inntøkur millum borgararnar. Tá verða allar útreiðslur mátaðar í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna, tBTI.
Til fyrra spurningin er niðurstøðan hjá Hagstovu Føroya greið.
? Ja. Tað kostar meira at framleiða almennu tænasturnar í Føroyum enn bæði í Danmark og Íslandi, sigur Hagstovan.
Almennu tænasturnar kostaðu 29 prosent av BTÚ í miðal fyri árini 2004 til 2008. Í Danmark kostaðu tær 24 prosent av BTÚ og í Íslandi 23 prosent.
Eisini tær almennu útreiðslurnar eru eitt lítið vet størri enn í Danmark og nógv størri enn í Íslandi.
Miðaltøl fyri seinastu fimm árini vísa, at almennu útreiðslurnar taldu 51 prosent av tøku bruttotjóðarúrtøkuni í Danmark, 52 prosent í Føroyum og 44 prosent í Íslandi.
Kelda: Hagstova.fo