Alment dansiskeið hjá Dansifrøi í Havn

Vikuskiftið 19. og 20. november verður dansiskeið í húsinum hjá Dansifrøi í Havn, har Anna Kirstin og Mia fara at undirvísa. Undirvíst verður í eingilskum dansi, sum eru vanligir í veitslum: Foxtrot, Quick-step, Rock?n Roll, valsi og line-dansi og skeiðið er fyri øll dansiáhugað, bæði ungdómar og vaksin, pør og støk, roynd og óroynd.

Men tað er neyðugt melda seg hjá fyrireikarunum áðrenn 17. november.