Alment eftirlit ella fornleivd

Tæna almennu skattalistarnir sínum endamáli, ella eru teir ein fornleivd frá farnari tíð.

Skattalistin er eitt skjal, ið gevur tær yvirlit yvir, hvussu høga skattskylduga inntøku ein persónur hevur. Føroyska skattalógin ger staðfestir, at skattalistarnir skulu liggja frammi til alment eftirlit í ellivu yrkadagar.

 

Føroyar eru eitt av fáu londunum, hetta verður gjørt. Hini eru Noreg, Svøríki og Ísland. Í Danmark standa einans virki, fyritøkur og grunnar á almennu skattalistunum. Í Íslandi, Svøríki og Finlandi er skipanin meinlík tí føroysku, meðan í Noregi eru skattalistarnir talgildir og atkomiligir á alnetinum, umframt at tú fært kunning um skattskylduga inntøku, ogn og rindaðan skatt.

 

Almennu skattalistarnir er ein siðvenja, ið røkkur heilt langt aftur, líka aftur í 19. øld. Upprunaliga endamálið við at almannakunngera skattalistarnar var at tryggja sær, at øll góvu rætta kunning til skattamyndugleikarnar, og soleiðis rindaðu rættan skatt. Ein kann samanfata grundgevingarnar fyri almennum skattalistum undir yvirskriftunum hvítur búskapur og fólkaræðislig stýring.

 

Atfinningarnar móti hesi siðvenju eru fleiri. Nøkur vilja vera við, at hetta nørir upp undir ein “lúrara-hugburð,” har fólk liggja og sneyta eftir hvørjum øðrum, í upplýsingum, sum í veruleikanum als ikki viðkoma teimum. Onnur, millum annað løgreglan í Oslo, vilja vera við, at skattalistarnir geva kriminellum møguleikan at eyðmerkja teirra næstu innbrotsoffur.

 

Ein annar spurningur kemur eisini á breddan, atliti at rættinum til eitt privatlív. Eru tíni fíggjarligu viðurskifti ikki ein privat søk? Hvat kemur tað øðrum við, hvørja løn eg havi vunnið mær og hvat eg rindi í skatti?

 

Les meiri á síðu fýra og fimm í Sosialinum, sum kemur út í dag.