Alment skilaloysi fyri 1 millión

Edmund Joensen fær góðar 400 túsund krónur árliga fyri starv, hann ikki røkir.

Hetta er enn eitt dømi um, hvussu etikkurin er hjá summum av okkara fólkavaldu.

At ein maður sum fortjenar yvir eina ½ milión árliga skal hava møguleika fyri at vinna upp móti enn einari ½ miljón fyri eitt arbeiði, sum hann ikki røkir, er óhoyrt.

Hugsa tær, at um hann forvinnir lønina fyri starvið, hann hevur farloyvi frá, so forvinnur hann eisini eftirløn og pensjón fyri sama.

Vísmenn meta, at tað tekur vanligum løntakarum millum 25 og 30 ár at forvinna sær eina vanliga eftirløn her á landi.

Men ikki tingfólk, tey forvinna fulla eftirløn upp á 8 ár, og hon er ikki so lítil.

Skil meg rætt, eg unni øllum eina góða eftirløn og havi skilt álvaran í, at fólk sjálvi spara pengar til pensjónina, tí landið (tú og eg) klárar ikki um nøkur ár at fíggja pensjónina hjá øllum føroyingum.

Alt í lagi við tí, men gerst ein persónur meira virðisikil av at sita á tingi, enn at arbeiða í flakavinnuni, á sjónum, á dag- og døgnstovnum, á sjúkrahúsum og innan alt annað heilt ella hálvalment virksemi, sum ger tað gjørligt at vit í dag kalla Føroyar eitt moderna vælferðarsamfelag.

Er vanligi løntakarin ikki slitin upp áðrenn 25 til 30 ár eru liðin?

Og hvørjar møguleikar hava vit fyri farloyvi við løn og avloysarum?

Boðini allir leiðarar innan Nærverkið fingu tíðliga í ár vóru, at avloysarar ikki kunnu setast, tá starvsfólk mangla, har man áður hevur dekkað við 75% skuldi hetta nú bert vera 50%. Tað sigur seg sjálvt, at tá tú dagliga arbeiðir við at stuðla, røkta og hjálpa fólkum sum eru óhjálpin, so kemur okkurt at liggja eftir tá tú ert burturstødd og eingin verður settur í tín stað. Tá er tað tann sum er veikast og tørvar hjálp sum situr eftir við ongum.

Hvussu vorðið er á sjúkrahúsunum vita vit alt um, tí tað hevur fylt miðlarnar størsta partin av hesum fíggjarárinum. Har er sama vanlagnuliga skilið við stongdum deildum, avlýstum operatiónum og bert akuttari og hálvakuttari viðgerð.

Sambýlir, røktarheim, sjúkrahús, hjálp og stuðul í egnum heimi eru áløgd, at alt virksemi verður sett niður á eitt minimum, so karmarnir halda.

Orsøkin er tann at tað almenna hevur ikki ráð at gjalda tað tað kostar at veita eina góða tænastu, tað almenna vil hava mest fyri minst og tað merkir í vanligum orðum at so nógv sum gjørligt skulu fáa so lítið sum gjørligt.

Eg havi altið sagt at tað er ógjørligt, eitt ár frammanundan, at seta tøl á hvat eitt menniskja kostar at røkta og hjálpa komandi ár. Tá so kostnaður fyri olju, matvørur og allar tænastur dýrkar, letur tað seg ikki gera at fáa almenna húsarhaldið at hanga saman.

Eg veit ikki um vit ikki hugsa um tað, men ein tinglimur er eisini partur av okkara almenna virksemi, og eg haldi tað á ongan hátt vera rætt, at skipanin, sum er gjørd av tingfólki fyri tingfólk, loyvir so grovum misbrúki at okkara pengum, sum hetta, at ein tingmaður tekur sæti á fólkatingi og setur ein varðamann, báðar við fullari løn fyri sama starv.

Um skipanin loyvir hesum í dag, so eigur skipanin at broytast í morgin.

Er hetta kostnaðurin fyri samband, so lat okkum loysa í dag.