Álop á russiska ferju í Kertsj-sundinum

Russiskir myndugleikar siga, at tað var Ukraina, sum framdi álop á ferjuna, sum var lastað við brennievni

Seint seinnapartin í dag stóð ein russisk ferja í ljósum loga í Kavkaz-havnini, sum liggur í Krasnodar við Kertsj-sundið. 

 

Kertsj-sundið, sum gongur út í Svartahavið, skilir russiska og ukrainska meginlandið, og í Krasnodar í Russlandi eru sambært wikipedia meira enn ein millión íbúgvar.

 

Tað er um Kertsj-sundið, at russar eftir hertøkuna av Krim-hálvoynni í 2014 bygdu eina langa brúgv - av russiska meginlandinum og út á Krim.

 

Ferjan, sum eldur var í, var sambært lokalum myndugleikum lastað við brennievni.

 

Russiskir myndugleikar siga, at tað var Ukraina, sum framdi álop á ferjuna, men einki verður sagt um, hvørt mannalív lógu eftirá í álopinum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at Kavkaz-havnin í Krasnodar er miðstøð fyri ferjusambandinum út á Krim-hálvoynna.

 

Sambært NTB hava fleiri russiskir miðlar seinnapartin í dag og í kvøld víst myndir og filmsupptøkur av nógva roykinum kring havnalagið.

 

- Ukrainskir myndugleikar høvdu fyrr í kvøld ongar viðmerkingar gjørt til hendingina í Kavkaz-havnini í Krasnodar, verður lagt aftrat.