Álop á Zaporizjzja kostaði tvey mannalív

Tað var býurin, Komishuvakha, sum varð raktur av russiska bumbuálopinum í gjár.

Tvey fólk lótu lív og fimm vórðu særd í einum russiskum bumbuálopi á Zaporizjzja-regiónina í Ukraina.

 

Zaporizjzja liggur í landsynningspartinum av Ukraina, og tað er guvernørurin í regiónini,  Ivan Fedorov, sum ber hesi tíðindi.

- Álopini fóru fram seint í gjár, leggur guvernørurin aftrat á boðtænastuni, Telegram.

 

Tað var býurin, Komishuvakha í Zaporizjzja, sum varð raktur av russiska bumbuálopinum í gjár.