Fyri ári síðani fluttu limirnir í Alphabeat til London, fyri at royna seg av álvara har. Hetta tykist nú at eydnast, og fyrsta fløga teirra har, This Is Alphabeat, liggur nummar 10 á enska fløguhittlistanum.
Teirra næsta single, 10.000 Nights, er eisini teirra næsta topp 20 single, og ummælarar standa í røð at rósa bólkinum, ið hevur verið sammettur við svensku ABBA, ið tóku heimin á bóli í sjeytiárunum.
Tað, ið hendir Alphabeat júst nú, er bert hent fyri tvey onnur donsk nøvn tey seinastu 50 árini. Í 1960 vóru tað Nina & Frederik, ið fingu eitt 9. pláss á enska listanum. Og 37 ár seinni megnaði Aqua at koma á 6. pláss. Og nú í 2008 er Alphabeat á 10. plássi.
Orsøk at fegnast
Alphabeat helt útgávudag hósdagin við at spæla fyrstu konsertina sum høvuðsnavn í London. Hetta hendi á Koko Club, har tey 1400 fólkini stóðu sum sild í tunnu.
Konsertin gekk væl, og The Evening Standard gav 4 av 5 møguligum stjørnum. Og blaðið endaði við at siga, at; The Danes have every reason to celebrate.
Alphabeat vitjar á Summarfestivalinum í Klaksvík seinni í summar