- Hetta er sjálvandi ein stór avbjóðing fyri okkum, at fáa øll fólkini inn í skipanina, so at tey kunnu fáa útgjald, tá vit rinda út næstu ferð, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS. Hann sigur, at ALS var til staðar í Runavík í gjár, so at fólk kundu lata umsóknir um arbeiðsloysisstuðul inn beinanvegin.
Hann sigur, at tey longu eru farin í holt við at royna at finna onnur størv til tey uppsøgdu fólkini.
- Tá vit frættu um hetta fóru vit beinanvegin í gongd við at seta okkum í samband við onnur fiskavirki í Eysturoynni og her norðuri. Tað er eingin loyna, at tað mangla fólk í dag á fleiri virkjum. Tað eru útlit fyri, at fleiri av hesum fólkunum fara til arbeiðis aftur heilt skjótt, sigur Magni á Deild Olsen.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Magna á Deild Olsen.