Alsamt fleiri gávukort undir jólatrænum

Fleiri og fleiri velja eitt gávukort, tá jólagávan skal keypast. Og tað er helst eisini tann tryggasta loysnin, um tú vilt vera vísur í, at jólagávan verður væl dámd.

 

Fleiri og fleiri velja eitt gávukort, tá jólagávan skal keypast. Og tað er helst eisini tann tryggasta loysnin, um tú vilt vera vísur í, at jólagávan verður væl dámd. 

 

 

 

Bæði í Danmark og í USA vísa kanningar, at flestu menn og kvinnur vilja helst hava gávukort ella pengar í jólagávu. Og líkt er til, at rákið er tað sama í Føroyum sum uttanlands. Í øllum førum er niðurstøðan hjá handlum og fyritøkum, sum vit hava tosað við, púra greið. Alsamt fleiri gávukort verða keypt at lata sum jólagávur. 

 

 

 

Hjá Visit Tórshavn, sum selur tað sonevnda Havnarkortið, siga tey, at alsamt fleiri gávukort verða seld. Tað sama siga tey í SMS, sum selur gávukort til handlarnar í sølumiðstøðini. Tey hava selt SMS-kortið tey seinastu 10 árini, og sølan er støðugt vaksin øll árini.

 

 

 

Eisini hjá Gist & Vist samtakinum, sum selur gávukortið Meira av tí góða til deildir og støðir hjá Gist & Vist, siga tey, at fleiri og fleiri velja at keypa gávukort at leggja undir jólatræið. Tað sama ger seg galdandi hjá Atlantic Airways, har stórur áhugi er fyri gávukortinum hjá føroyska flogfelagnum. Harafturat selja vakurleika- og vælverustovurnar Cosmeto og Ergo Vælvera eisini nógv gávukort í jólamánaðinum.

 

 

 

Sagt verður, at tey leggja væl til merkis, at nógv velja at keypa eitt gávukort í jólagávu, heldur enn at fara út at keypa eina gávu, sum tey ikki kenna seg vís í fer at verða væl móttikin.

 

Víst verður á, at fleiri fyrimunir eru við gávukortinum. Gávukortið tryggjar, at tann ið fær gávuna, kann keypa sær okkurt, sum viðkomandi vil hava. Og í øðrum lagi sleppur gávumóttakarin undan at standa í longum bíðirøðum í handlunum beint eftir jól fyri at býta jólagávuna um.