Alt botnar í vantandi játtan

Erikka Eltør, forkvinna i Nýrafelagnum, mælir til at sláa kalt vatn í blóðið. - Trýstið skiftir so nógv; við hvørt er stórt trýst, við hvørt minni, men eg haldi ikki, at tað er nøkur orsøk til at leypa á bláman, sigur hon

Forkvinnan í nýrafelagnum, Erikka Eltør, skilir væl frustratiónina hjá Jógvan Petur Hentze.
- Men tað er ikki illvilji frá Landssjúkrahúsinum, at fólk ikki sleppa í hæmodialysu, tá tey koma heim í feriu. Har er snøgt sagt ikki pláss fyri eyka sjúklingum, tá trýstið er størst, sigur Erikka Eltør.
Seinastu tíðina hevur so eisini verið neyðugt, at senda tríggjar nýrasjúklingar niður til Danmarkar at ganga til dialysu.
- Tað gongur so upp og niður. Av og á fær onkur eitt nýtt nýra, og fólk doyr burtur av, so við hvørt er nóg mikið av plássi, við hvørt er ikki páss fyri øllum, sigur Erikka Eltør.
Hon sigur, at tað plagar at laga seg.
- Vit, sum hava verið við leingi, vita, at tað javnar seg við tíðini. Tað er stórt trýst á til tíðir, men tað javnar seg sum frá líður, sigur Erikka Eltør.
Hon undirstrikar, at á Landssjúkrahúsinum gera tey sítt besta.
- Tað er manglandi játtan til fleiri starvsfólk, ið er trupulleikin. Hesi, sum arbeiða við dialysumaskinurnar, arbeiða frá tíðliga á morgni til langt út á dagin, og tað er neyðugt, at tey hava frí viðhvørt. Sunnudagar er als eingin dialysa, sigur Erikka Eltør.
Hon heldur, at teirra øki er rakt av sparingum, eins og so mong onnur øki.
- Nýrafelagið hevur ongan hug at leypa á bláman í hesum málinum. Tað er rætt, at neyðugt hevur verið at sent tríggjar nýrasjúkligar til Danmarkar at fáa dialysu, men hetta er sum nevnt nakað, ið plagar at laga seg við tíðini. Á Landssjúkrahúsinum gera tey sítt besta, men pengarnir eru heilt einfalt ikki til onnur enn tey, ið »eiga« at vera har, sigur Erikka Eltør.