Alt farið rætt fram

Julianna Klett, sum er ein av limunum í úttøkunevndini í golf, sigur seg skilja væl, at Ragnar Isaksen er vónbrotin, men at úttøkan er gjørd eftir, hvørjir spælarar hava besta handikappið

GOLF

 

Formaðurin í Tórshavnar Golfklubba, Jógvan Amonsson, sigur um orsøkina til, at Ragnar Isaksen ikki er úttikin til komandi Oyggjaleikirnar á Álandi, at hann ikki hevur latið nakað skorikort inn, sum kundi rættvísgera eina møguliga úttøku.

– Tú mást kunna prógva, at tú spælir upp til títt handikapp, og av tí at vit ikki hava fingið nakað skorikort frá Ragnari, livir hann ikki upp til treytirnar fyri at verða úttikin, sigur Jógvan Amonsson, sum tó viðgongur, at úttøkan skuldi verið avgreidd fyrr.

Hann vísir annars til Juliannu Klett, sum er ein av limunum í úttøkunevndini í golfi. Hon sigur, at pláss var bara fyri fýra spælarum til kappingina hjá monnum á Álandi, og tí mátti gangast eftir reglunum um handikapp fyri at finna bestu spælararnar at senda avstað til leikirnar.

– At tú vinnur kappingar, er ikki tað sama, sum at tú hevur besta handikappið. Og í úttøkuni til Oyggjaleikirnar á Álandi hava vit brúkt handikappið sum metingargrundarlag. Tí er Ragnar ikki tikin út, sigur Julianna Klett.

– Eg veit, at hann er vónbrotin, tí hann ikki er úttikin, og tað skilji eg eisini væl. Men vit hava gingið eftir reglunum, so her er alt farið rætt fram. Tað er bara ikki nóg mikið at vinna kappingar, tí tú mást eisini hava eitt nóg gott handikapp.