Borgarstjórin í Vestmanna kommunu hevur altíð glett seg til bátastevnuna og flestu ár, síðan tiltakið byrjaði, hevur hann saman við øðrum verið úti í fjørðinum, tá siglt hevur verið av Fútakletti og inn á Vestmanna.
- Vit hava notið hvørja løtu á hesum túrum, sigur hann.
Pauli T. Petersen sigur, at øll kring landið, sum hava hug at verða partur av bátastevnutiltakinum í Vestmanna - antin tey koma í báti, kampingvogni ella bili - eru hjartaliga vælkomin til bygdar.
- Vit ynskja øll, at gestir bæði nær og fjar føla seg væl í okkara bygd, og vit vilja gjarna vísa gestablídni og vísa bygdina fram á eini slíkari stevnu, sigur hann.
Borgarstjórin er teimum ógvuliga takksamur, sum standa aftan fyri stóra stevnutiltakið.
- Hesi eiga øll rós fyri tað megnar arbeiði, tey leggja í bátastevnuna. Uttan eina vælvirkandi stevnunevnd, ið tekur sær av at samskipa alt tað praktiska, hevði hetta stóra tiltak ikki lati seg gera.
Pauli T. Petersen sigur, at umframt eina virkna stevnunevnd, liggur ógvuliga nógv sjálvboðið og ósjálvsøkið arbeiði í hesum tiltaki.
Sjálvur sigur borgarstjórin, at hann fer at brúka tíðina til at heilsa upp á fólk, bæði bygdarfólk og fólk, sum annars koma til Vestmannar at halda stevnu.
- Hetta er ein løta, har vit taka okkum av løttum og vísa gestablídni, sigur Pauli T. Petersen.