Tað hevur rættiliga fingið sinnini í kók, at Robert Nielsen í sendingini á DR2, »På den 2. side« segði seg ikki tíma at taka eitthvørt arbeiði, men heldur vildi liva av kontanthjálp enn at gera í hansara verð meiningsleyst arbeiði.
Hetta fekk beinanvegin miðlarnar at doypa hann »Dovna Robert«, og tað gjørdist ikki frægari av, at tað í sendingini kom fram, at hann hevði livað av tí almenna í fleiri enn tíggju ár.
Tað hevur fingið øði í eina rúgvu av dønum, men talkshow verturin, Anders Lund Madsen hevur boðað frá, at hann hevur bjóðað Robert Nielsen eitt starv sum »klummuskrivari« í einari sending, sum byrjar nú í heyst.
Arbeiðsleysir danir eru sum nevnt í øðini, og eisini í politisku durunum verður tað hildið ov galið, at slíkt kann lata seg gera.
Hvat endin verður er ikki til at siga, men fyrrapartsbløðini eru á tremur við tíðindum um »dovna Robert«.